- Tíðindi, mentan og ítróttur
Andrias Høgenni tvífaldur vinnari
Filmskvøld var í Norðurlandahúsinum í kvøld, har sjey filmar vórðu frumsýndir til ein fullsettan sal.
Stóri vinnarin í kvøld gjørdist Andrias Høgenni, ið vann bæði Geyta- og áskoðaravirðislønina. Andrias leikstjórnaði filmin "Et knæk", sum í stuttum snýr seg um tveir innbrotstjóvar, sum koma í eina sera óhepna støðu.
Soleiðis segði Birgir Kruse m.a., tá hann legði fram grundgevingina hjá geytadómsnevndini um filmin hjá Andriasi: "Løgreglan, ørindi og boð hennara verða mótparturin í hesi hugvekjandi søgu um eina tvístøðu, har hvørt sekund, hvørt svar, hvør upplýsingur og hvør gerð, er eitt lívshættisligt svar, eisini tá svarið ikki verður givið, og høvuðsleikararnir bara yppa øksl.
Røddin ynskir Andriasi hjartaliga til lukku við áskoðaravirðislønini og sínum seinna Geyta!
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |