10 ára gamli Høgni heiðrar læknum á Ríkissjúkrahúsinum

10 ára gamli Høgni heiðrar læknum á Ríkissjúkrahúsinum
Høgni Dávason hevur skrivað eitt lag um sjúkuna Cystisk Fibrose.
24.12.2014 - 00:30

10 ára gamli Høgni Dávason er føddur við sjúkuni Cystisk Fibrose, sum er ein álvarsom arvalig sjúka.

 

Syngur um marrurnar

 

Longu tá Høgni var 5-6 ára gamal byrjaðu marrurnar, sum hann lýsir í sanginum ”Hvide kitler”, at koma.

 

- Marran var um eina rúgvu av hvítum kitlum, sum líktust fólkum uttan andlit, bara kitlar við sólbrillum á. Kitlarnir komu nærri og nærri, og foreldrini hjá mær góvu meg til kitlarnar. Hvítu kitlarnir gjørdu ljót ting ímóti mær, so sum at ríva, suka, stinga, røra og seyma, sum um eg var eitt djór.

 

Vil seta fokus á sjúkuna

 

Høgni vónar, at hann við hesum sanginum kann seta meira fokus á sjúkuna Cystisk Fibrose. Hann hevur eisini skrivað lagið fyri at heiðra starvsfólkunum á sjúkrahúsinum.

 

- Teir pína meg, men teir eru eisini grundin til, at eg eri á lívi. Orsakað av hvítu kitlunum havi eg eitt gott lív, krevur tað ikki rós? 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.