- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dupult útgávukonsert við Rebekku Petersen og Steso

2. januar 2015 verður ein spennandi og forkunnug dupult útgávukonsert við Rebekku Petersen og Steso, har bólkarnir fara at framføra løg av teirra útgávum.
Rebekka Petersen – ”Byggi Borgir”
Rebekka Petersen gav fyrr í ár út sína debut útgávu "Byggi Borgir." Fløgan hevur verið væl móttikin av fólki, og somuleiðis hava fleiri av løgunum verið nógv spæld í útvarpinum.
Nú fáa fólk høvið at hoyra Rebekku framføra fløguna við bólki. Tað eru Per I. Højgaard, Líggjas Olsen, Bartal Agustinussen og Eyðun Johannesen, ið manna bólkin.
Hoyr Rebekku her: https://www.youtube.com/watch?v=BbjDHp5Xvio&feature=youtu.be
Steso – ”Proper Fucked”
Steso gav út útgávuna "Proper Fucked" í 2012, sum hevur fingið framúr góð ummæli bæði í Føroyum og uttanlands.
Tað er Hergeir Staksberg sum er høvuðspersónur í Steso, og hann hevur skiftandi tónleikarar aftrat sær. Til hesa konsertina verða tað Unn Agustudóttir Kragesten, Filip Mortensen, Karl Stórá, Rani Christianssen og Hergeir Staksberg, ið fara at framføra.
Hoyr Steso her: https://www.youtube.com/watch?v=LsShc124C-0
Hóast útgávurnar ikki eru heilt nýggjar, hava hvørki Steso ella Rebekka havt útgávukonsert.
Dyrnar lata upp kl. 21.00.
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




