Tí skulu kvinnur sova longri enn menn

Tí skulu kvinnur sova longri enn menn
Nýggj kanning vísir, at kvinnur hava tørv á meira svøvni enn menn.
05.01.2015 - 15:45

Kjakast tú ofta við makan hjá tær um, hvør av tykkum hevur tørv á at sova longri? Ja, so er hjálp at fáa í granskingarheiminum, skrivar Dagens.dk.

 

Granskarar á The Duke University í Durham, North Carolina, hava funnið útav, at kvinnur hava tørv á meira svøvni enn menn. Orsøkin til hetta er, at kvinnur multitaska meira enn menn gera, og tískil hevur heilin hjá kvinnuni tørv á meira hvíld.

 

Gerast illar, um tær ikki fáa nóg mikið av svøvni

Men tað finnast eisini aðrar orsøkir til, at kvinnur hava tørv á at sova longri enn menn. Sambært granskingarfrágreiðingini gerast kvinnur ofta tunglyntar, stríðshugaðar og sjúkar (m.a. hjartasjúkur), um tær ikki fáa nóg mikið av svøvni – mótvegis monnum, ið ikki fáa somu trupulleikar, um teir sova ov lítið.

 

- Ein av týðandi funktiónunum við svøvni er, at heilin, serliga heilaparturin ”cortex”, sum hevur ábyrgd av m.a. tonkunum og minninum, fær møguleika fyri at løða upp aftur, sigur svøvnserfrøðingurin, Jim Horne, frá Loughborough University.

 

Fá tær ein lúr

Serfrøðingar mæla tí kvinnum til at fáa sær ein lúr av og á, men lúrurin má tó ikki vera longri enn 90 minuttir, tí tað kann viðføra svøvntrupulleikar um náttina.

 

Serfrøðingarnir leggja eisini afturat, at menn við krevjandi arbeiði, ið krevur nógv av kreativari hugsan, hava tørv á eyka svøvni.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.