Yvirlit: Hetta vita vit um terrorálopið í París

Yvirlit: Hetta vita vit um terrorálopið í París
Redaktiónin hjá skemtiblaðnum, Charlie Hebdo, bleiv mikudagin álopin. Í dag eru fýra fólk tikin sum gíslar.
09.01.2015 - 15:00

Álopini halda á fram…

 

Franska skemtiblaðið, Charlie Hebdo, sum heldur til mitt í París, bleiv mikudagin útsett fyri einum terrorálopi. 12 eru dripin og 11 eru særd. Síðani hevur verið nógv rok í Fraklandi, og í dag eru 4 fólk tikin sum gíslar, skrivar DR.

 

Støðan beint nú

Ein maður hevur í dag tikið minst ein persón sum gísla í býnum, Porte de Vinciennes, sum liggur eystanfyri París. Summi vilja vera við, at talan er um 4 gíslar, og minst ein er illa særdur, eftir at eitt skotálop varð framt i einum jødiskum matvøruhandli.

Harumframt siga fronsku miðlarnir, at tvey eru dripin í gíslatøkuni í dag, men hetta er enn ikki váttað av myndugleikunum.

 

Charlie Hebdo

88.000 løgreglufólk og herfólk eru sett í gongd at leita eftir brøðrunum, Said og Chérif Kouachi, sum eru mistonktir fyri drápini mikudagin.

Ein 18-ára gamal maður hevur meldað seg sjálvan til løgregluna, men støða hansara í málinum er enn óviss.

Harafturat eru 8 fólk handtikin í samband við álopið á Charlie Hebdo.

 

Kalashnikovs og ”Allah er stórur”

Teir báðir, ið hava framt drápini, fóru stormandi inn á redaktiónina við Kalashnikov-riflu kl. 11.25 mikudagin. Vitni hava greitt frá, at skotbardagin vardi í millum fimm til 10 minuttir.

 

Le Monde og The Guardian skriva, at tað var redaktiónsfundur mikumorgunin, og sostatt hava flestu journalistisku starvsfólkini verið til arbeiðis.

Av teimum 12, sum eru dripin, vóru 10 av teimum starvsfólk á Charlie Hebdo, og tvey vóru løgreglufólk.

 

Sambært fronsku myndugleikunum, so koyrdu álopsmenninir avstað við einum Citroën DS ímóti Place de la République. Bilurin varð seinni funnin tómur, og síðani hevur mann hoyrt, at teir hava stolið ein gráan Renault Clio.

Løgreglan hevur enn ikki funnið drápsmenninar.

 

Franski forsætisráðharrin, Francois Hollande, kallar skotálopið fyri eitt terrorálop. Hetta segði hann, tá ið hann vitjaði gerningsstaðið mikudagin.

 

Møguliga grundin til álopið

Blaðið, Charlie Hedbo, kemur út eina ferð um vikuna. Útgávan hesa vikuna hevði eina grein í, sum snúði seg um eina bók, ið er skrivað av franska rithøvundinum, Michel Houllebecq, og er ein bók, ið hevur elvt til nógv kjak í Fraklandi. Bókin snýr seg um, hvussu muslimar yvirtaka Frakland og síðani restina av EU.

Bókin kom út í Fraklandi dagin fyri álopið.

 

Je suis Charlie

Í døgunum eftir álopið hava fólk stuðlað ofrunum og avvarðandi. M.a. hevur hashtaggið #JeSuisCharlie (eg eri Charlie) florerað á sosialu miðlunum.

Harumframt hava túsindavís av fólki retweetað ta seinastu tekningina, sum Charlie Hebdo legði út áðrenn álopið. Tekningin er av Al-Baghdadi, sum er oddamaðurin í IS, við orðunum:

 

- Gott nýggjár, annars. Eisini til Al-Baghdadi.

 

Og bardagin og álopini halda á fram. Beint nú stríðast løgreglufólk og herfólk at fáa fatur á teimum fýra fólkunum, ið eru tikin sum gíslar eystanfyri París.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.