15 ráð til eitt sunnari lív

Myndin er frá Senior Planet
15 ráð til eitt sunnari lív
Tað skulu 15 smá fet til at fáa ein sunnari gerandisdag og sostatt eitt sunnari lív
03.02.2015 - 17:00

Amerikanska netavísin Huffington Post hevur sett 15 góð ráð saman, sum skulu gera lívið sunnari. 

 

Ráðini eru:

  1. Minn teg sjálvan dagliga á, at tú ert takksom ella takksamur fyri hvønn dag, tú hevur. Kanska eitt lítið ritual hvørt kvøld, áðrenn tú leggur teg.
  2. Finn tín egna hátt at stressa av. Tað kann vera andadráttur, sissandi tónleikur ella okkurt heilt annað, sum passar til tín.
  3. Syrg fyri at læra teg sjálvan nýggj ting. Heilavirkni er nevniliga gott fyri heilsuna.
  4. Hjálp øðrum. Tá ið ein ger nakað gott fyri onnur, verður ein glaðari.
  5. Finn tín egna venjingarhátt. Um tær til dømis ikki dámar at renna, finn so ein annan hátt at íðka ítrótt uppá.
  6. Íðka tríggjar til fýra ferðir um vikuna. Tú verður sunnari, penari og gleðari av at íðka.
  7. Set tær fyri, at tú skalt íðka meira í gerandisdegnum – gakk fleiri fet dagliga: vel trappuna ístaðin fyri lyftina.
  8. Ístaðin fyri at drekka sodavatn, kaffi ella te, drekk so heldur vatn.
  9. Fyll tallerkin við øllum litum. Jú meira frukt og grønt í ymsum litum – jú sunnari verður tallerkurin.
  10. Tak matpakka við til arbeiðis. Ger tær eina tvíflís ella salat, so veitst tú akkurát, hvussu nógvar kaloriur og hvørjar vitaminir tú koyrir í munnin.
  11. Ger heimagjørdan mat hvønn dag – ella ger tað ofta í øllum førum. At eta úti kann gerast bæði dýrt og ósunt.
  12. Halt nakrar dagligar pausur. Far burtur frá skíggjanum eina løtu, slepp arbeiðinum ella far ein lítlan túr.
  13. Fá so nógv dagsljós sum møguligt. Sólarljósið gevur tær D-vitaminir, og sólarljósið hjálpir tær eisini at stýra tínum innara dag-nátt uri.
  14. Sløkk sjónvarpið – og aðrar skíggjar, stórar sum smáar, áðrenn tú fert at leggja teg. Gransking vísir, at elektroniskir skíggjar ávirka tín svøvnkvalitet.
  15. Fá nóg mikið av svøvni. Vaksin hava tørv á umleið 7 tímum av svøvni um døgnið.

 

Les eisini: Soleiðis sovnar tú skjótari

Les eisini: Tí skulu kvinnur sova longri enn menn

 

Huffington Post skrivar eisini, at tað kann vera trupult at uppfylla øll 15 ráðini, men at tað er gott at seta sær nøkur mál og sostatt uppfylla nøkur av ráðunum. So verður lættari at koma í gongd við eitt sunnari 2015.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.