Soleiðis sovnar tú skjótari

Soleiðis sovnar tú skjótari
Hevur tú trupulleikar við at sovna ella at vakna fleiri ferðir um náttina? So kanst tú royna ein nýggjan andingarmáta, so tú skjótari klárar at sovna
28.01.2015 - 23:15

Ofta er tað ringt at sovna um kvøldarnar. Onnur uppliva, at tey vakna um náttina og liggja leingi í andvekri. Men nú er ein loysn funnin, ið kann hjálpa tær at sovna skjótari og enntá sova ein djúpari svøvn um náttina. Tað einasta, ið tú skalt gera, er at anda á ein serligan máta.

 

Tað er 4-7-8 andingarmátin, sum ger at tú bæði sovnar skjótari og svevur ein djúpari svøvn. Dr. Andrew Weil er komin við 4-7-8 andingarvenjingini og kallar hana fyri natúrliga avstreinging fyri nervaskipanina. Andingarmátin minnir eitt sindur um meditatión og er serliga góður at gera, tá tú hevur ein stressandi dag.

 

Les eisini: Tí skulu kvinnur sova longri enn menn

 

Somuleiðis er tað gott at anda djúpt og brúka venjingina nakrar ferðir, áðrenn tú skalt í eina stressandi støðu til dømis, tá ið tú skalt upp í roynd ella mungar eftir góðgæti.

 

 

Soleiðis brúkar tú 4-7-8 andingarmátan:

  1. Legg tað ytsta av tunguni undir góman aftan fyri framtenninar, og halt tunguni har undir allari andingini.
  2. Anda út gjøgnum allan munnin og ger eitt “vhuush”-líknandi ljóð.
  3. Lat munnin aftur og anda skjótt inn gjøgnum nøsina, meðan tú í høvdinum telur upp í fýra.
  4. Halt andadráttinum og tel upp í sjey.
  5. Anda heilt út gjøgnum munnin, meðan tú aftur gert eitt “Vhuush” ljóð og samstundis telur upp í átta.
  6. Alt skal ganga fyri seg í einum andadrátti. Anda síðan inn aftur og endurtak venjingina tríggjar ferðir.

 

Í sjónbandabroti sært tú Dr. Andrew Weil greiða frá og vísa, hvussu tú skalt gera 4-7-8 andingarvenjingina.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.