- Tíðindi, mentan og ítróttur
Innara urið avger títt ítróttaravrik

Granskarar hava funnið útav, at avrikið hjá bestu ítróttarfólkunum kann sveiggja við upp til 26% upp á ein dag alt eftir, hvat klokkuslett á degnum tey venja. Tey morgunfrísku eru best tíðliga á degnum, meðan náttarravnarnir íðka best seinni á degnum, skrivar DR.
Stórur munur
- Um eitt prosent kann vera munurin millum 1. og 4. plássið í 100 metrar sprinti, soleiðis at tú vinnur OL ella HM, so kanst tú ætla, hvat ein munur á 26% í tínum avriki kundi givið tær, sigur Dr. Roland Brandstaetter, ið undirvísir á universitetinum í Birmingham.
Kanningin vísir, at vit fáa bestu avrikini, tá ið okkara ‘innara’ lívfrøðilga ur stýrir okkum heldur enn klokkan á vegginum.
Eldri kanningar hava víst, at ítróttarfólk hava sett persónlig met um kvøldið. Men kanningarnar hava ikki tikið atlit til, hvørt ítróttarfólkini eru a- ella b-menniskju. Tí eru tær kanningarnar ikki eins eftirfarandi, sigur Dr. Roland Brandstaetter.
Áhaldni er tengt at døgnrútmuni
Granskararnir kannaðu døgnrútmuna hjá 120 ítróttarfólkum. Síðan vórðu 20 ítróttarfólk vald út, sum umboðaðu tríggjar bólkar: a-menniskju, b-menniskju og tey, sum eru mitt ímillum.
Áhaldni hjá teimum 20 fólkunum varð kannað við eini fitness-test seks ymisk tíðspunkt á degnum.
Kanningarnar vístu týðiliga variatión í avrikunum hjá einstaklingunum gjøgnum dagin. Áhaldni hjá ítróttarfólkunum er tengt at, nær tey eru vaknað um morgunin av ‘innara’ urinum heldur enn av vekkaranum, vísir granskingin.
Úrslitini vísa ein greiðan samanhang. Tey, sum vakna tíðliga, íðka best tíðliga á degnum. Tey, sum sova leingi, íðka best seint á degnum ella um kvøldið.
Laga teg eftir ‘innara’ urinum
Granskingarverkætlanin er almannakunngjørd í tíðarritinum, Current Biology. Men granskingin kann eisini brúkast til annað enn ítrótt, halda granskarar.
- Vit eru altíð upptikin av, hvussu vit klára okkum sum best. Men tað hevði kanska verið gott, um vit fluttu uppmerksemið frá urinum á vegginum til urið, sum gongur inni í okkum, sigur Elise Facer-Childs frá universitetinum í Birmingham.
Tíverri sleppa vit ikki sjálv at avgera tíðspunktið á hondbóltsdystinum, rennikappingini ella arbeiðstíðina. Men venjingartíðina kanst tú laga til døgnrútmuna alt eftir, um tú ert morgunfríska a-menniskjað ella svøvntunga b-menniskjað.
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




