- Tíðindi, mentan og ítróttur
Her eru heimsins bestu blaðmyndir

World Press Photo hevur í dag valt tær bestu blaðmyndirnar. Í ár var ein dani við í sigrinum, tað skrivar Dr.dk á heimasíðu teirra.
Danin, Mads Nissen, vann høvuðsprísin fyri mynd sína, sum lýsti homofobi í Russlandi.
Í myndagreinini niðanfyri eru myndir, ið vóru við í kappingini um ársins World Press Photo.

Danski myndatakarin, Mads Nissen, vann høvuðsprísin frá World Press Photo. Myndin er frá eini reportagu í Russlandi. Myndin vísir eina intima løtu millum unga parið Jon og Alex.

© Pete Muller. Ein ebolasmittaður maður roynir at flýggja úr frábyrgingini. Maðurin doyði stutt eftir, at myndin varð tikin.

© ARASH KHAMOOSHI. Myndin vísir eina mammu, ið slær drápsmannin hjá soninum, áðrenn hann verður avrættaður.

© Bulent Kilic. Ein særd ung genta í mótmælisgongu í Turkalandi í samband við jarðarferðina hjá Berkin Elvan, ið var ein 15 ára gamal drongur, ið doyði í eini mótmælisgongu ímóti stjórnini.

© Youngzhi Chu. Ein apa roynir at krógva seg fyri sínum venjara.
Sí fleiri myndir her.
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




