Myndafrásøgn: Tibet (2/2)

Myndafrásøgn: Tibet (2/2)
Enn ein brellbiti úr fremmanda og gátuføra Tibet
23.06.2016 - 05:15

Fyrri partur av myndafrásøgnini úr Tibet sæst her.

 

Í Tibet gerst myrkt rættiliga seint, tí Kina hevur bert eina tíðarsonu, hóast landið er so ógvuliga stórt, og tíðarmunurin millum Tibet og grannalondini beint vestan fyri markið er 2-3 tímar. Á sama longdarstigi sum Kina hevur Russland fimm ymiskar tíðarsonur.

 


Bønarfløgg síggjast allastaðni í Tibet. Á nýggjárinum eftir tibetanska álmanakkanum, sum í ár var 9. februar, verða tey øll tikin niður og síðani verða nýggj hongd upp aftur, sum árið líður.

 

Tá fólk hava frí – eitt nú buddistiskar heiligdagar – fara tey ofta í tempul ella ávís støð í náttúruni at hanga bønarfløgg upp og ofra. Hetta gera tey eitt nú við at brenna ávísar plantur, og tað er haðani roykurin á myndini kemur.

 

Tibetanskir buddistar tekna stigar á steinarnar, fyri at gudarnir skulu kunna røkka teimum. Stigarnir síggjast í náttúruni – ofta, har bønarfløgg eru hongd upp – og uttan fyri tempul.

 

Landslagið í Tibet er í støðum ógvuliga vakurt, og her ganga rættiliga nógvir seyðir, jakkoksar og neyt. Hetta sæst eisini aftur í tibetanska matinum, har jakkoksakjøt, -mjólk, -ostur og -smør eru rættiliga vanlig.

 

Summastaðni líkist tibetanska landslagið rættiliga nógv tí føroyska. Henda myndin er tikin á næstan 5000 metra hædd. Tibetanski háslættin, ið fevnir um bæði Tibet, kinesiska landspartin Qinghai og partar av India, hevur nógv fjøll, men eisini stórar, slættar víddir. Miðalhæddin á háslættanum, sum viðhvørt verður nevndur ‘heimsins tak’, er hægri enn 4.500 metrar.

 

Fleiri tibetansk tempul eru bygd inn í holur í fjøllunum. Júst hetta fjallaklostrið, ið kallast Drek Yerpa, varð oyðilagt í 1959, tá kinesarar hertóku Tibet ella –sum kinesararnir sjálvir siga – frígjørdu Tibet. Seinni er tað tó bygt uppaftur.

 

Nógv av templunum lukta heldur løgið, tí kertiljósini eru gjørd av jakkoksasmøri. Ofta hava fólk smør við sær í plastposum og plastikíløtum at fylla í stóru skálirnar. 

 

Templini virka eisini sum skúlar. Her ber til at læra eitt nú ymiskt innan trúgv og tibetanskt mál. Munkurin, sum stendur við bakinum móti vegginum, tosar um, at fólk mugu ansa eftir ikki at tilbiða falskar budda’ir. 

 

Í templunum verður eisini mangt og hvat offrað. Her eru bæði pengar, jakkoksamjólk, øl og sodavatn.

 

Hesin tibetanarin og kona hansara hava eina lítla familjumatstovu í síni egnu íbúð. Eisini skipa tey fyri matskeiðum, har útlendingar kunnu læra at gera lokalan mat og práta um lokal viðurskifti, tí hesi bæði duga ógvuliga væl enskt. Í grundini tykjast fólk í Tibet duga betur enskt enn kinesarar annars, ið ofta ikki duga at siga meira enn ‘hallo’.

 

Enn í dag verður djóramykja nýtt sum brennievni úti á landinum. Her liggja ‘mykjukakur’ og torna í sólini.

 

Hesin skansin, ið er í tibetanska býnum Gyantse og eitur Gyantse Dzong, er frá 1268, men er seinni blivin útbygdur. Partur av stríðnum millum bretar og tibetanarar, tá bretar í 1903-4 komu úr India og tóku partar av Tibet, stóð her.

 

Seinastu árini er tað blivið lættari og lættari hjá útlendingum at sleppa inn í Tibet, men kinesiska stjórnin broytir treytirnar hvørt ár. Fyri fáum árum síðani skuldu minst fýra við sama tjóðskapi fylgjast fyri at sleppa inn í Tibet. Í ár eru tó einastu treytirnar, at tú hevur galdandi visum til Kina, og at tú hevur eitt serloyvi at sleppa inn í Tibet. Kinesiskir statsborgarar kunnu ferðast frítt í Tibet, men tibetanarar úr Lhasa kunnu ikki fáa pass, tí Lhasa vanliga er høvuðssætið hjá Dalai Lama, tá hann ikki er í útlegd. Kinesiska stjórnin tykist halda, at um fólk úr Lhasa fara at ferðast um allan heim, kann tað gerast ein trupulleiki. Tó tykjast aðrir tibetanarar kunna fáa pass, men passið kann vera tikið frá teimum nær sum helst. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.