Fifty Shades of Grey: Filmurin vit elska at hata

Fifty Shades of Grey: Filmurin vit elska at hata
Inni í salinum sita 400 fnisandi gentur og sjey stillir dreingir, ímeðan Mr. Grey gandar við pískinum. Kára Bjarnadóttir Jakobsen greiðir frá upplivingini
13.02.2015 - 23:00

Ja, vit fara beina leið inn í Nuna Slik. Syntetiski pletturin á Amagerbrogade. Eg veit ongantíð, hvat eg skal velja, so eg taki eitt sindur av hvørjum. Eg veit ikki, um eg skal gleða meg til filmin. Eg haldi, at tað er eitt pinkalítið sindur flóvisligt. Ikki tað, at síggja ein film við nógvum sexsenum – tað hevur mann sæð fyrr – men tað er eitt ella annað við at fara til eina filmatisering av eini cheesy bók, sum ikki er serliga væl skrivað. Ein bók, sum simpulthen er Twilight fyri vaksin. Og Twilight hava okkum ongantíð dámað.

 

Tá ið eg skal gjalda fyri bíligu bommini, hoyri eg eina siga ”Kára, ert her?” Har standa fýra damur, sum eg kenni væl. Eg royni skjótt at greiða teimum frá, at eg og vinkonan, sum stendur við síðuna av mær, fara í biograf. Eg hopi, at tær ikki spyrja hvønn film, vit fara til. Men innast inni veit eg, at tær fara til sama film. Eg sigi flennandi, at vit fara til nýggja Móses filmin. Hann skuldi verið bæði góður og hampiligur… men tvætl, áðrenn eg veit av, eri eg avdúkað, og vit fara allar beina leið ímóti Cinemaxx.

 

Eg standi við diskin, har mann keypir atgongumerkir. Tað eru fleiri fólk í Cinemaxx, enn tað plaga. Eg hyggi rundan um meg og fái eyga á plakatirnar, ið hanga við hurðina. Tvær stórar, svart hvítar plakatir síð um síð av Mr. Grey og Ms. Steele. Á plakatunum hanga tvey sett av frekum silkiundirklæðum. Ja, undirklæðir, sum tey í Cinemaxx sjálv hava hongt upp. Eg flenni stillisliga fyri meg sjálva og hopi, at eg ikki hitti fleiri, sum eg kenni.

 

Salurin er stórur og næstan fullur. Eg haldi, at her er pláss fyri eini 400 fólkum, kanska 500. Og her sita spentar gentur og guffa bomm í seg. Summar hava keypt sær fult av ljósareyðum skúmpútum, og har sita tær og gumla og jagla og flenna og hava tað ordiliga stuttligt. Aðrar hava flottað sær við poppkorn og kola, og summar hava bæði bomm og poppkorn og kola. Ja, tær vita ikki ordiliga, hvat tær skulu gera við øll tingini.

 

Summar hava krúllað hárið, aðrar hava smurt varrastift á – reyða við appelsingulum skeri, reyða við einum ”køldum” bláum skeri, onkur hevur bara lipgloss á, og onkur heilt onnur hevur bara á eygunum. Summar av gentunum hava kastað seg í flottasta kjólan, tær eiga, og aðrar hava smoygt seg í hægstu høghælaðu skógvarnar. Og so eru summar, sum eg, sum eru í púra vanligum vetrarklæðum. Men teimum penu vetrarklæðunum.

 

Setrini eru bæði stór, bleyt og blóðreyð. Ljósini sløkna spakuliga, og filmurin byrjar. Tað gongur ikki leingi inn til obligatoriska senan upprennur, og Mr. Grey skræðir sína sveittutu t-shirt av. Salurin byrjar at fnisa og floyta og flenna. Ja, summar enntá rópa. Allar genturnar eru á gosi. Eg royni sjálv at halda kula og avdempaða stílin, og eg fái eisini eyga á aðrar, sum hava valt somu strategi.

 

Ja, senurnar gerast síðani ógvusligari og ógvusligari og fnisini harðari og spískari. Eg siti sjálv og smáflenni og haldi, at tað er ótrúligt, sum tað skal lítið til fyri at fáa ein so stóran sal upp at kóka.

Tá ið filmurin er liðugur, skundi eg mær at venda mær við fyri at vita, hvar í salinum dreingirnir sita. Í fyrstu atløgu síggi eg ongan. Bara fult av gentum. Men eftir eina lítla løtu síggi eg tríggjar dreingir sníkja seg stillisliga yvir ímóti hurðini. Teir gera skjótt av. Og so síggi eg einar fýra aðrar dreingir, sum daman hevur sleipað við sær. Eg síggi eisini, at aðrar gentur hyggja eftir teimum.

 

Sjálvt um filmurin bert hevur fingið 3,3 á IMDb, og sjálvt um Politiken og Information og aðrir miðlar hava rakkað filmin niður fyri sína plattheit, so fóru næstan allar genturnar inni í Cinemaxx í gjárkvøldið fnisandi og flennandi út aftur. Hetta er eitt sindur sum við Sambandsflokkinum og DF: Stórir flokkar, men eingin atkvøðir fyri flokkunum.

 

Var filmurin góður? Hm, far sjálv ella sjálvur og hygg.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.