- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hetta vita vit um álopini í Keypmannahavn

Kl. 15.00 í gjár byrjaði ein kjakfyrilestur um skrivi- og talufrælsi. Umleið 50 fólk vóru til fyrilesturin. Svenski Muhammedteknarin Lars Vilks var til staðar. Fyrilesturin varð hildin í Kulturhúsinum ”Krudttønden” á Eysturbrúgv.
Kl. 15.30 verður kjakfyrilesturin avbrotin, tí ein byrjar at skjóta inn ígjøgnum rútarnar í Krudttønden. PET-fólkini, sum eru til staðar, gera skjótt av og fáa Lars Vilks avstað í eitt trygt rúm. Ein 55 ára gamal maður verður skotin og dripin. PET-fólkini, ið eru til staðar svara aftur, men drápsmaðurin nær at flýggja. Trý løgreglufólk verða særd.
15. februar kl. 00.43 byrjar ein at skjóta við synagoguna á Krystalgade mitt í Keypmannahavn. Í jødisku synagoguni eru fleiri fólk til staðar, tí ein konfirmatión verður hildin. Ein verður skotin í høvdið, og tvey løgreglufólk verða skotin í ávikavist armin og beinið.
Seinni verður váttað, at tann, sum bleiv skotin í høvdið, er deyður.
Kl. 01.12 verður Nørreport evakuerað.
Kl. 05.25 greiðir danska løgreglan frá, at tey hava skotið og rakt ein mann á Nørrebro statión. Løgreglan váttar síðani, at maðurin er deyður, og at maðurin ivaleyst er drápsmaðurin.
Løgreglan hevur nú eyðmerkt mannin, sum var skotin í nátt, og danska løgreglan er rættiliga vís í, at hetta er maðurin, sum hevur skotið bæði við Kulturhúsið og við synagoguna.
Les eitt yvirlit her:http://www.dr.dk/Nyheder/Indland/2015/02/14/225734.htm
Les eisini: http://kvf.fo/roddin/greinar/2015/02/15/valentine-endadi-vid-skotbardaga
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




