Tríggjar bøkur mær dámar: Øydis Jacobsen

Tríggjar bøkur mær dámar: Øydis Jacobsen
Røddin fer undir nýggja tátttin "Tríggjar bøkur mær dámar". Tann fyrsta at vísa okkum sínar bøkur er Øydis Jacobsen.
23.02.2015 - 22:15


Øydis Jacobsen er 20 ára gomul og dámar væl at lesa í frítíðini. Niðanfyri kanst tú lesa um tríggjar bøkur,ið henni dámar, og hví henni dámar tær.

 

1. Wonder

 

Bókin er skrivað av R. J. Palacio í 2012 og er skrivað til bæði børn og vaksin. August Pullman vil gjarna vera ein vanligur 10 ára gamal drongur, og hann kennir seg púra vanligan innaní. August er tó ikki heilt vanligur, tí hvar hann so enn fer, so stara fólk at honum, og børn renna skríggjandi burtur. Hann er nevniliga føddur við einum vanskaptum andliti. Foreldrini hjá August vildu verja hann frá heiminum uttanfyri, so hann hevur aldrin gingið í einum vanligum skúla. Men nú skal hann byrja í einum, og hann er øgiliga bangin fyri, hvat onnur fara at halda um hann. Tað einasta, hann ynskir, er at verða góðkendur og fáa nakrar rættar vinir. Tað er ikki bert August, ið fortelur søguna, men eisini familja og vinir hansara, og hetta ger bókina áhugaverda, tí mann sær, hvussu ymisk fólk uppfata August.

 

Hví dámar mær bókina?

R.J. Palacio dugir væl at seta orð á, hvussu fólk hugsa og bera seg at, og mann kann læra nógv av bókini. Bókin er sera stuttlig, løtt og skjót at lesa, men eisini rørandi og hjartaskerandi til tíðir.

 

 

2. Me Before You

 

Me Before You er skrivað av Jojo Moyes í 2012. Bókin snýr seg um 26 ára gomlu Lou Clark, ið býr heima hjá foreldrunum og arbeiðir í eini kaffistovu í lítla býnum, sum tey búgva í. Henni dámar fastar mannagongdir og at vita, hvat dagurin í morgin inniber. Hon hevur ikki stórar dreymar og er bangin fyri at fara út á øki, har hon ikki kennir seg trygga. Men ein dag missir Lou sítt arbeiði, og hon verður noydd at broyta sítt lív og royna nýggj ting. 

 

Will Traynor livdi eitt gott lív í London saman við damuni hjá sær, og hann hevði eitt gott starv. Hann hevði alt, ið hann ynskti sær, men alt bleiv tikið frá honum, tá ið hann kom út fyri eini motorsúkklu ólukku og endaði í koyristóli. Hann missir hugin til at liva og sær onga gleði í lívinum longur, og hann veit akkurát, hvussu hann ætlar at steðga hesum. Lou og Will møta hvørjum øðrum, tá ið Lou fær sum starv at hjálpa og ansa eftir Will. Tey vita tó ikki, hvat liggur fyri framman, og at tey fara at broyta hvønn annan fyri ævir.

 

Hví dámar mær bókina?
Bókin kemur undir tekstaslagið chick-lit/romance, men tað er tó ikki kærleikssøgan, ið ber søguna, og bókin viðger tyngri evni enn aðrar chick-lit bøkur. Mær dámar væl bókina, tí nógv óvæntað hendir. Ein stórur etiskur trupulleiki verður viðgjørdur, søgan er rørandi, og mann situr eftir við nøkrum at hugsa um – hetta er ikki ein bók, ið tú gloymir beinanveg. 

 

 

3. Legend

 

Legend er ein young-adult dystopisk bókarøð, ið Marie Lu hevur skrivað. Hetta er fyrsta bókin, og hon varð útgivin í 2011. 


June er ein av bestu soldatunum í Republikkini Amerika, og ein góð yrkisleið bíðar henni í herinum. Day er uppvaksin í einum fátækrabýlingi í býnum, og hann er herverksmaðurin, sum øll í Republikkini leita eftir. June og Day eru ógvuliga ymisk, men tá ið Day kemur undir illgruna fyri at hava myrt beiggja June, vil hon gera alt fyri at finna Day. Republikkin stuðlar henni í at finna hann og vil, at June skal gera av við Day. Sum tey læra hvønn annan at kenna, finna tey útav, at tað eru onnur ting, ið binda tey. Hetta er tó lívshættislig vitan, og Republikkin vil gera alt fyri at fjala loyndarmálini.

 

Hví dámar mær bókina?

Sjónarhornið í bókini skiftir ímillum June og Day, og tað dámar mær væl, tí mann lærir bæði betri at kenna, og tað riggar eisini væl í hesi bókini, har eingin søga bert hevur eina síðu. Søgan er spennandi, gongur skjótt fyri seg og hevur ymisk twist. Bókin kann viðmælast øllum, ið dáma at lesa dystopiskar framtíðarskaldsøgur. Væntandi kemur eisini ein filmur bygdur á bókina. 

 

 

Hevur tú hug at vísa Röddini bøkurnar, sum tú lesur, so kanst tú venda teg til okkum á Facebook ella á Roddin@Roddin.fo

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.