Hevur tú ein rithøvund í búkinum?

Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð og Oddfríður Marni Rasmussen, skeiðsleiðarar
Hevur tú ein rithøvund í búkinum?
Háskúlin skipar fyri skriviskeiði í vár
02.03.2015 - 22:15

Í vár skipar Føroya Fólkaháskúli fyri skeiðnum LivaSkriva 1,2,3. Skeiðsleiðarar á skeiðnum eru Oddfríður Marni Rasmussen og Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, og skeiðið er skipað sum eitt framhaldsskeið tvørtur um trý vikuskifti í mars, apríl og mai.

 

- Skriviskeiðið er ætlað øllum, bæði ungum og eldri, sum dáma væl at skriva, og sum gjarna vilja duga betri at skriva. 
Aldursmarkið niðureftir er tó 17 ár, sigur Annfinnur Heinesen, stjóri á Háskúlanum.

 

Hvat væntast av tær?

Fyrsta skrivivikuskiftið fara høvundarnir á skeiðnum at fáa nøkur amboð til at koma í gongd við at skriva. Arbeitt verður millum annað við, hvussu søgur og yrkingar skulu byggjast upp, hvussu mann ger persónar, og hvat skal takast við í tekstin. Tað er ongin avmarking fyri, hvat slag av teksti tú kann skriva, og skrivivenjingar vera eisini tað fyrsta vikuskiftið.

 

- Fyrireikararnir vænta av luttakarunum, at tit hava onkran tekst, sum tit kunnu arbeiða við, og sum tit menna gjøgnum skeiðið. Eisini meðan tit eru heima millum tey ymisku vikuskiftini. Soleiðis kunnu tit hjálpa hvørjum øðrum at blíva betri. Tað er spennandi, sosialt og stuttligt, og tú verður ein betri rithøvundur, sigur Annfinnur.

 

 

Fyrsta skrivivikuskiftið er 14-15 mars, tað næsta er 18-19 apríl og tað síðsta er 29-31 mai.

 
 

Meira kunning fæst við at skriva til haskulin@haskulin.fo ella ringja á 311743. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.