Hvat hendir við vangamyndini, tá tú doyrt?

Hvat hendir við vangamyndini, tá tú doyrt?
Les her um nýggju dagføringina hjá Facebook, ið gevur tær lov til at tilnevna ein úr tínum vinalista, sum kann umsita tína vangamynd, tá tú ert farin
08.03.2015 - 12:00

 

Í dag eru vit 7.3 milliardir fólk á jørðini, og 1.4 milliardir av okkum eiga eina Facebook vangamynd. Hvønn dag doyggja túsundtals Facebookbrúkarar, ið lata vangamynd sína eftir sær. Men hvat hendir tá við vangamyndini?

 

Vanligt hevur verið, at um ein brúkari doyr, so kann familjan seta seg í samband við umsitingina hjá Facebook, ið antin kann taka vangamyndina niður ella varðveita hana sum eina minningarsíðu.

 

Fyri stuttum kunngjørdi Facebook, at mann fer at kunna velja ein á sínum vinarlista, sum fær avmarkaða atgongd til tína vangamynd, eftir at tú ert farin.

 

Viðkomandi fer at hava atgond til at leggja kunngerðir um minningharhald og jarðarferð út á vangamyndina. Eisini kann hann broyta tína vangamynd, húsa og umsita vinarumbønir.

 

Tó verður atgongd ikki givin til alt. Tann, sum tú velur til umsitara av tíni vangamynd, sleppur ikki at lesa tíni privatu boð og sleppur heldur ikki at sletta gamlar dagførðingar ella tín brúkara. Tín brúkari verður sostatt altíð verandi á Facebook, um tú ynskir tað.

 

Heldur tú hetta vera eitt sindur óhugnaligt, so fert tú tíbetur eisini at hava møguleikan at biðja Facebook strika tín brúkara, um tey frætta, at tú ert farin. Higartil eru tað tó einans amerikanarar, ið hava fingið møguleikan at skipa fyri, hvussu vangamyndir teirra skulu handfarast eftir deyðan.

 

Væntandi fáa føroyingar og danir eisini atgongd til tænastuna, men enn mugu vit lýta á, at okkara kæru seta seg í samband við Facebook og strika vangamyndina ella gera hana til minningarsíðu.


Kelda: TechTimes & TheLoop

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.