Í dag er altjóða kvinnudagur

Savnsmynd
Í dag er altjóða kvinnudagur
Hesin dagur er ein merkisdagur fyri rættindini hjá kvinnunum. Dagurin í dag verður hátíðarhildin nógva staðni kring heimin
08.03.2015 - 15:15

Aftur í ár verður hesin dagur, 8. mars, hátíðarhildin nógva staðni kring knøttin. 8. mars er ein merkisdagur fyri kvinnurættindini.

 

Hesin dagur var lýstur sum altjóða kvinnudagur í 1975 av ST. Tó er hesin dagur eldri enn so. Clara Zetkin setti fram hugskotið at hava altjóða kvinnustríðsdag í 1910. Hetta var á kvinnufundi í Keypmannahavn, sum Socialistiski Internationali skipaði fyri.

 

Hoyr samrøðu við Maritu Petersen, sum var fyrsta kvinna í løgmansstólinum, her

 

Kravið um kvinnudagin varð nevnt í yvirlýsingini frá fundinum hjá Socialistiska Internationala. Sagt varð, at dagurin skuldi haldast í øllum londum, og í fyrstu syftu skuldi dagurin brúkast at virka fyri valrætti hjá kvinnum.

 

Fýra høvuðsevni vórðu vald:

• Rætturin hjá kvinnum at sleppa á val

• Stríðið fyri krígsvandanum

• Stríðið fyri umsorgan av mammum og børnum

• Stríðið ímóti príshækkingum.

 

Dagurin 8. mars varð endaliga fastlagdur á fundi hjá Kommunistiska 3. Internationala í 1921.

 

Í 20'unum og 30'unum varð dagurin mest hildin sum ein sosialistiskur kvinnudagur, har borgarligu kvinnurørslurnar ikki vóru við.

 

Eftir seinna heimsbardaga varð heldur minni gjørt burturúr. Men í 1974 tóku kvinnurørslur siðin uppaftur – og við kvinnuárinum, sum ST lýsti 1975 at vera, varð dagurin endaliga lýstur sum altjóða kvinnustríðsdagur.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.