- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tríggjar dagar við hijab: dagur 2
Eg havi hug at skulka. Men aftan á nakrar snooze’arar í songini komi eg á føtur. Hijabin kemur á høvdið, og á ein ella annan hátt er hetta flóvisligari enn í gjár.
Hetta er eitt sindur sum, tá ið babba koyrdi meg oman í Nonnuskúlan klødd í álvaklæðum, tí vit skuldu sláa tunnu. Tá ið vit nærkaðust skúlanum, bleiv eg knappiliga bangin fyri, at eg hevði tikið feil av døgunum, og at eg sum tann einasta var íklødd grýluklæðum, meðan øll hini børnini vóru í vanligum klæðum.
Tað hendi ongantíð. Eg var altíð í grýluklæðum samstundis sum hini. Uttan í dag. Ikki tí eg sigi, at hijab er grýluplagg, men fyri meg er tað nakað, sum ikki er ein partur av mær, og eg eri tann einasta í flokkinum, sum í dag eri í nøkrum, ið er øðrvísi.
Tað fyrsta, lærarinnan sigur, er: ”Og jeg kan se, at der er nogle nye her i dag. Velkommen til.” Eg síggi beinanvegin, at tann einasta, sum ikki hevur verið her fyrr, er mín hijab. Men danska lærarinnan tekur sjálvandi væl ímóti ”nýggju” muslimsku gentuni – hvør vildi ikki tað á hugvísindadeildini á Amager?
Tey hyggja ikki løgið at mær, tey hvørki spyrja ella siga nakað. Men hetta kennist løgið. Av tí at hetta er eitt valfak, so kenni eg ongan av floksfeløgunum enn. Eg fái sostatt ikki greitt teimum frá, at eg als ikki eri muslimur ella plagi at ganga við hesum vanliga.
Men hví havi eg so stóran tørv á, at tey vita tað? Eg veit ikki. Eg havi stóra virðing fyri muslimskum kvinnum, og eg havi eisini stóra virðing fyri, at tær velja at ganga við turriklæði. Og tí hugsaði eg eisini, at hetta fór at vera lætt. Men eg eri eitt sindur flóv av at ganga við hijab í dag. Sum um eg eri opin og virðilig, tá ið hijabin ikki er partur av mínum gerandisdegi. Men so skjótt hijabin fjalir hárið, snýr tað seg knappiliga ikki um, hvørt eg eri opin og virðilig ella ikki – tað snýr seg um, at eg slett ikki dugi at finna meg til rættis við eini hijab: Eg tori ikki at spyrja um nakað í tímanum, eg sigi einki við síðumannin, og eg eri heldur ikki so ófør at hyggja mínar floksfelagar inn í eyguni.
Hijabin er í vegin. Hijabin er fremmand. Og eg veit ikki ordiliga, hvussu eg skal vera við hijab. Sum um Kára minkar, og sjónleikurin veksur.
Eg skundi mær heim aftan á tíman. Á veg heim síggi eg enn fleiri kvinnur við turriklæði. Tær standa beint uttan fyri skúlan. Tær práta og flenna. Tær síggja knappiliga sjálvvissar út. Og tær rigga allar væl við síni hijab. Ja, hijabin er ein partur av teimum. Hon er ikki ein partur av mær. Eg føli meg sum eitt menniskja klovið ímillum tveir búnar.
Eg komi inn til mín sjálvs og havi ikki meira enn latið meg úr skónum, tá ið hijabin verður hálað av. Hárið skriðar. Hárið er feittut. Eg síggi meg sjálva í speglinum og hugsi: Come on, Kára, hvat ert tú bangin fyri? Eg eri flóv av mínum egnu fordómum, sum so spakuliga koma sníkjandi upp ígjøgnum hvítu og politiskt korrektu yvirflátuni.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |