Hvat, hvar og hví?

Hvat, hvar og hví?
Røddin spyr Kristinu á Váli, hvat hon lesur, hvar og hví
20.03.2015 - 12:00

 

Hvat lesur tú?

Enska heitið av útbúgvingini, sum eg lesi, er "Bachelor of Music with concentration in Cello Performance".

 

Størsti parturin av undirvísingini eru tímar í cello spæli, bæði solo og í ymsum bólkum og orkestrum, umframt onnur tónleikafak.

 

Hvar lesur tú?

Eg búgvi í Montclair í statinum New Jersey í USA, ein býur, sum liggur einar 30 minuttir frá Manhattan, í New York. 

 

Unversitetið eitur Montclair State University, og eg lesi so í tónleikaavdeilingini, sum eitur John J. Cali School of Music.

 

Hví hevur tú valt just hetta?

Eg havi spælt cello størsta partin av mínum lívi, og tað fyllir so nógv, at eg kundi ikki ímyndað mær at lesa nakað annað.

 

Eg valdi at leita eftir útbúgvingum uttanfyri Evropa, tí eg vildi fara eitt stað, har eg ongan og onki kendi. Ikki tí at eg var troytt av føroyingum ella nakað líknandi, men eg leitaði eftir avbjóðingum, sum eg kanska ikki hevði møtt annars.

 

Tað er ringt at siga akkurát, hví eg valdi USA. Eg visti, at New York er ein miðdepil innan klassiskan tónleik og tónleik sum heild, og so helt eg bara, at tað hevði verið feitt at prøvað at búð í USA.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.