Podcast um Føroyar tilnevnd heiðursløn

Podcast um Føroyar tilnevnd heiðursløn
Podcastin 'The Faroe Islands Podcast', ið snýr seg um Føroyar og føroyingar, er blivin tilnevnd stóra heiðursløn
23.03.2015 - 10:00

Podcastin The Faroe Islands Podcast er blivin tilvend eina Podcast heiðursløn undir ‘Travel’ bólkinum. The Podcast Awards er størsta heiðurslønin fyri podcast framleiðarar í Amerika. 

 

Podcastin byrjaði í 2009 í samstarvi millum amerikanska tíðindafólki, Matthew Workman, og føroyska Tollakk Hansen. Hugskotið var at deila søgur úr einum av heimsins mest avbyrgdu og serstøku støðum.

 

Síðani hon bleiv stovnað í 2009, hevur The Faroe Islands Podcast útgivið fleiri enn 240 partar, ið hava lurtarar í fleiri enn 140 londum. Eisini er hetta einasta podcastin, ið snýr seg um Føroyar.

 

Tá forstjórin hjá New Media Expo kunngjørdi tilnevningarnar til heiðurslønina, segði hann hetta um The Faroe Islands Podcast:

 

“Hetta er tað serstaka við podcasting. Nevniliga at ein podcast um eitt so lítið land, við so fáum íbúgvum kann vera so fangandi, at hon dregur lurtarar til sín kring allan heimin. Tað er sera hugtakandi og vitnar um gott innhihald.”

 

“Tað er frálíkt at verða tilnevndur,” sigur Matthew Workman. “Nú kemur veruliga stríðið: endaliga atkvøðugreiðslan. Vit kappast við stór nøvn. M.a snúgva tríggjar av podcastunum í okkara bólki seg um Disney, og tann eina hevur vunnið sjey ár á rað. Men vit hava góðar vónir um at vinna í ár.”


Til ber at atkvøða fyri tíni yndis podcast á www.podcastawards.com fram til í morgin 24. mars. Vinnarin verður kunngjørdur til Podcast Awards hátíðarhaldið í Las Vegas 14. apríl.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.