- Spælið ikki í ommutempo! Tit mugu hava ferð á!

- Spælið ikki í ommutempo! Tit mugu hava ferð á!
Røddin forvitnast til venjing hjá U19 kvinnulandsliðnum í hondbólti, sum venur dúgliga til EM-undankapping í Litava
29.03.2015 - 19:30

 

Leygarmorgun kl. 09.00...

 

Summi kundu bara hugsað sær at kavað undir dýnuna aftur, tá ið tey hoyra um hetta tíðspunkt ein leygarmorgun. Men í Høllini á Hálsi eru fleiri leikarar møttir upp til landliðsvenjing. Tað er U19 kvinnulandsliðið í hondbólti, sum fyrireikar seg til EM-undankapping í Litava um smáar tvær vikur.

 

Hóast onkur spælari tykist nývaknaður og geispar, so er hópurin møttur upp og ger seg til reiðar at fara út á vøllin at hita upp.

 

Danin, Flemming Oliver, sum er ungdómslandsliðsvenjari í hondbólti, er komin upp til Føroya at hava landsliðsvenjingar. Fleiri venjingar eru fyri framman í eitt stutt tíðarskeið, so ein partur av hesari páskaferiuni fer við hondbólti.

 

Eftir eina løtu við upphiting og málmansvenjing fara spælararnir oman í annan endan, har teir skulu spæla álop og verju og venja nøkur system. Tað gongur tó striltið at byrja við.

 

- Hetta er ikki ein gomul kona, sum fer í kirkju ein sunnudag. Tit mugu hava ferð á! Tempoið skal vera eksplosivt, rópar Oliver eftir spælarunum, tá ið systemini ganga ov seint.

 

Avleveringarnar liggja ikki serliga væl, fleiri bóltar fara bæði upp um høvd og undir beinini á spælarunum. Tað gongur illa eina løtu at fáa alt at koyra, og spælararnir gloyma systemini. Spælararnir eru kanska ikki heilt vaknaðir enn.

 

- Kom nú, havið konsentratiónina við! Tit kunnu ikki gloyma systemini so skjótt!! Og syrgið so fyri at fáa hasar avleveringarnar upp á pláss, rópar Oliver eftir teimum.

 

Spælararnir steðga á eina løtu, práta sínámillum og gera nakrar innanhýsis avtalur. Spælið fer aftur í gongd.

 

Leikararnir mugu steðga á eina løtu og gera nakrar avtalur

 

- Ja, sodan! Nú riggar tað. Hatta hetta er ordiliga gott, rósar venjarin leikarunum, tá ið glið er komið á spælið.

 

Tær gera system. Miðspælarin gevur boð við fingrunum, at nú skal okkurt setast í gongd. Vongurin rennur í stórum boga aftur um bakkin. Strikan kemur út til tríggjarmeturin og ger eina screening. Miðspælarin hevur júst fingið bóltin frá hinum bakkinum, og vongurin ger seg til reiðar at fáa bóltin frá miðjuni, men miðjan brýtur systemið, tá hon við eini lítlari fintu snýtir verjuna og kann púra frítt skjóta eitt mál.

 

- Ja, sjálvandi! Smekka til um verjan svevur. Brótið systemið, tá tit síggja tykkara egna møguleika. Ordiliga gott, rópar Oliver. 

 

Ferð er komin á spælið, og avtalurnar rigga

 

Tveir málmenn sita í øðrum endanum og strekkja út og gera ymsar málmannsvenjingar, meðan hinir leikararnir og triði málmaðurin spæla álop og verju í hinum endanum. Málmenninir mugu skiftast at standa í mál, tá ið bert annað málið verður brúkt. 

 

- Onkuntíð er tað fínasta slag at vera málmaður og strekkja út. Leikararnir mugu jú eisini spæla saman. Vit hava fingið ein góðan hálvan tíma í málmansvenjing í dag, og í gjár fingu vit eisini nógva málmansvenjing, siga Margit og Marita, sum báðar standa í málinum.

 

Tær eru sum heild væl nøgdar við venjingina, hóast tær eru málmenn. Viðhvørt kundu tær tó hugsað sær at havt ein málmansvenjara, sum kundi rættað ymiskar feilir.

 

- Men vit sakna eisini ein ordiligan málmansvenjara, tí hann hevur ordiligt skil fyri málmansspælinum. Tað er gott at fáa rættingar frá einum málmansvenjara, siga tær báðar.

 

Margit (vinstrumegin) og Marita (høgrumegin) strekkja út

 

 

U19 landsliðshópurin skal fyrst á venjingarlegu í Danmark frá 14. til 16. apríl. Síðan skulu tær spæla sjálva EM-undankappingina í Litava frá fríggjadegnum 17. apríl til sunnudagin 19. apríl. Føroyar eru í bólki 2 saman við Norra, Kekkia og Litava.

 

Liðið er ikki endaliga tikið út enn, men tað verður helst endaliga tikið út ein av døgunum, sigur venjarin.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.