Enn ein sigur til føroysku U19 kvinnurnar

Maria Weyhe - Mynd: womenstrophy.ge
Enn ein sigur til føroysku U19 kvinnurnar
Føroyar leiktu sín síðsta dyst í bólkaspælinum ímóti Belgia í dag. Les, hvat fegna Maria Weyhe segði eftir sigurin
10.03.2016 - 16:30

Í døgunum 8. - 13. mars luttaka okkara U19 kvinnur í IHF Women's Trophy í Georgia. Ein hondbóltskapping fyri smærru hondbóltstjóðir í Evropa.

Føroysku kvinnurnar megnaðu at vinna 21-14 á Belgia, ið vóru mettar at verða størsta avbjóðingin í teirra bólki.

 

Ikki væl fyrireikaðar

Hondbóltssambandið fekk ikki boð, um at kappingin var, fyrr enn í allar síðsta sekundi. Av tí sama varð tað ikki tann heilt stóra fyrireikingin, áðrenn farið var avstað.

- Hóast tað hava vónirnar allatíð verið góðar, serliga hjá venjaranum Oliver, sigur 15-ára gamla Maria Weyhe, ið gjørdist dagsins leikari í dystinum ímóti Armenia.

 

 

 

 

Ein sera góð verja var uppskriftin

Áðrenn dysturin varð skotin í gongd, sá tað út sum, at tað fór at blíva ein sera spennandi dystur, men soleiðis var ikki. Hálvleiksstøðan var 9-7 til Føroyar.

 

- Annika stóð sera væl í málinum, og verjan var góð, helst í seinna hálvleiki. Tað var als ikki ein lættur dystur at spæla. Tær belgisku kvinnurnar vóru skjótar og sterkar í sínum gjøgnumbrotum, so vit væntaðu als ikki at vinna við so nógvum málum. Vit spæla næsta dyst ímóti Lettlandi, og har er málið heilt sikkurt at vinna. Har ætla vit bara at spæla so væl sum møguligt og brenna minni, leggur Maria aftrat.

 

Lettland standa fyri skotum

Av tí at Føroyar gjørdust vinnarar av sínum bólki, skulu tær møta nummar tvey í hinum bólkinum. Føroyar og Lettland spæla semifinalu leygardagin tann 12. mars klokkan 16.00, føroyska tíð.

Allir dystirnir kunnu stroymast her.

 

Dagsins leikari gjørdist málmaðurin Annika F. Petersen, ið stóð ein branddyst í føroyska málinum.

 

Fylgið okkara knáligu kvinnum á snapchat hjá DR Sporten:

 

I dag har vi landsholdshåndbold på Snapchat! U19-landsholdet fra Færøerne spiller kamp mod Belgien i turneringen 2016 IHF/EHF Women's Trophy. Og de klarer det ganske fremragende :)

Posted by DR Sporten on Thursday, March 10, 2016
 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.