Vevnaðarflyting av høvdum verður veruleiki

Vevnaðarflyting av høvdum verður veruleiki
Les um slóðbrótandi verkætlanina um heimsins fyrstu vevnaðarflyting av einum menniskja-høvdi
12.04.2015 - 14:00

 

Nakrir av heimsins bestu skurðlæknum ætla nú at skapa søgu. Teir vilja nevnliga fullføra heimsins fyrstu vevnaðarflyting av einum menniskja-høvdi.

 

Hóast hetta ljóðar sum tikið beint út úr einum sci-fi filmi, so er ætlanin longu sett í verk, og vísindaligi heimurin bíðar spentur eftir at vita, um ein slík vevnaðarflyting yvirhøvur ber til, og hvat tað inniber, um so er.

 

Maðurin, ið eftir ætlan skal skurðviðgerast, er 30 ára gamli russin, Valery Spiridonov, ið hevur deyðiliga vøddasvinnið, Werdnig-Hoffman Disease. Vónin er, at slóðbrótandi vevnaðarflytingin kann lekja Spiridonov við at geva honum ein nýggjan kropp.

 

Italienski skurðlæknin, Sergio Canavero, er maðurin, sum skal avhøvda unga russan, og festa høvd hansara aftur á eina nýggja mønu í einum nýggjum donor kroppi. Eftir ætlan skulu 150 læknar tó hjálpa til undir skurðviðgerðini, sum verður 36 tímar long.

 

Gongur alt væl, verður Spirinodov kanska lektur, men vandin fyri, at hann doyr, er tó sera stórur. Harafturat ber enn ikki til at siga, hvussu ein slík vevnaðarflyting kann ávirka heilan, ella um donorkroppurin fer at vraka nýggja høvdið.

 

Verkætlanin byrjar í juni, tá ið Sergio Canavero fer at útvega sær skurðlæknar, sum skulu taka lut í skurðviðgerðini. Sjálv skurðviðgerðin fer eftir ætlan fram um eitt ella tvey ár.

 

Niðanfyri sært tú eina framløgu á TED-Talks um skurðviðgerðina:

 

Kelda: NewScientist

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.