Tónleikaframførslur á skurðborðinum

Tónleikaframførslur á skurðborðinum
Síggj bergtakandi filmsbrotini av tónleikarum, sum spæla ljóføri, meðan teir verða skurðviðgjørdir í heilanum
05.06.2015 - 19:45

Hóast tað kanska ljóðar ótrúligt, so ber væl til at verða vakin ímeðan tú verður skurðviðgjørdur í heilanum, nevnliga tí at vit ikki merkja pínu í heilanum. Onkuntíð er hetta enntá ein betri loysn enn at verða doyvdur, av tí at skurðlæknar betri kunnu tryggja sær, at alt riggar sum tað skal, um sjúkligurin er vakin, meðan skurðviðgerðin fer fram. 

 

Av tí at tað er gott at halda heilan í gongd undir skurðviðgerðini, so hava summir tónleikarar fingið lov til at taka ljóføri við inn í skurðstovuna og hava framført tónleik á skurðborðinum. 

 

Her sært tú 33 ára gamla brasilianaran, Anthony Kulkamp Dias, spæla og syngja 'Yesterday' hjá The Beatles, meðan hann verður skurðviðgjørdur í heilanum.

 

 

 

Violinspælarin, Naomi Elishuv, ið fyri 20 árum síðani mátti gevast við at spæla ljóførið orsakað av ristingum í kroppinum, sæst her spæla violin undir eini heilaskurðviðgerð í fjør, har hon fekk ein peysmeykara lagdan, sum minkaði um ristingarnar í kroppi hennara.

 

 

Eisini spældi professionelli banjoleikarin, Eddie Adcock, sítt ljóføri undir eini líknandi heilaskurðviðgerð í 2008, sum skuldi bata um ristingar í kroppinum.

 

 

Niðan fyri spælir ein sjúklingur mandolin, meðan skurðlæknar beina fyri einum vandamiklum krabbasvulli í heila hansara. 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.