Frásøga: Grátimúrurin

Frásøga: Grátimúrurin
Kára Bjarnadóttir Jakobsen hevur skrivað eina frásøgu um Grátimúrin í Jerusalem
18.04.2015 - 10:15

Ja, hvat skal mann siga um Grátimúrin. Eg fyristilti mær sjálvandi ein bólk av hulkandi jødum og ein bólk av inniligt biðjandi kvinnum, sum ordiliga meina tað. Og so sjálvandi eitt lutfalsliga róligt huglag, har fólk standa stillisliga fyri seg sjálv og gera tað, mann nú einaferð ger framman fyri einum slíkum grátimúri. Ja, sum eitt hálvdeydligt morgunmøti við eitt sindur fleiri tárum.

 

Vit koma gangandi inn um ta høgu, stóru og sandbrúnu inngongina. Eitt snjóhvítt, næstan valsandi fylgi vælgoymd í bæði sólkremi, sólbrillum, keppum, turrikløðum og vælvardum taskum. Tá ið eg sigi vit, so meini eg við meg sjálva og 32 onnur. Ein føroyskur flokkur, ið er farin ein páskatúr til Ísraels. Við inngongina til gamla býarpartin í Jerusalem standa sjálvandi fleiri vaktir. Teir hava stór vápn, sum eg hvørki havi sæð fyrr ella kenni navnið á. Teir síggja strangir út, og tað skilji eg fyri so vítt væl, tað hevði ikki verið lukkuligt, um onkur hevði í huga at gera eina páskamassakru her við Grátimúrin.

 

Tað, sum fyrst og fremst fangar míni eygu, eru allir teir mongu, fínu og pyntaðu jødarnir. Teir koma allar smásveimandi í teirra eitt sindur for stóra jakkasetti, einum høgum hatti, ið sær eyka stórur út samanborið við teirra langa og smala andlit og so tær jødisku purlurnar, sum leystliga og ljóðleyst flákra í lítla lotinum. Langar, tunnar purlur, sum í mínari verð ikki ordiliga geva meining, men eg eri jú eisini bara ein ein ung føroysk kvinna.

 

Umframt fínu jødisku menninar, eru eisini jødiskar kvinnur í nokk so vanligum svørtum klæðum. Og so eru eisini aðrar, væl tildekkaðar kvinnur, sum eg slett ikki dugi at religiónsplasera. Av tí, at kvinnur og menn so avgjørt ikki sleppa at biðja – ella gráta – saman, ja, so verða vit býtt upp. Menninir standa vinstrumegin og kvinnurnar høgrumegin. Ein kvinna hálar eitt sindur í mína svørtu hettutroyggju; ja, hon heldur, at eg eri eitt sindur ov niðurringað. Í hesum hitanum eri eg so púra ósamd, men mann skuldi nødigt støde nogen, so eg smílist og syrgi fyri, at tað nú bara er hálsurin, ið kagar undan heitu hettutroyggjuni.

 

Vit fara allar til høgru, ímeðan menninir fara til vinstru. Her er so stúvstappað. Ja, tankanum um, at eg sleppi róliga, rúmliga og stillisliga fram til múrin og líka biðja eina stutta bøn, kann eg akkurát tað sama sleppa beinanvegin. Her skal trokast og nokk so harðliga eisini, um eg skal gera mær nakra vón um at sleppa at nerta hendan væl kenda múrin.

Kvinnurnar her hava tíbetur ikki tikið stramma og óáhugaverda mótaidealið til sín. Tær hava allar ríkiligt av formum. Bleytan undir- og yvirpart. Sjálv eri eg ikki av størstu kvinnum, so trokingin er næstan sum at søkka niður í ein bleytan pakka av vattrondellum. Bleytt, hoppandi og dinglandi verði eg send frameftir.

 

Nú eru bert 10 metrar ímillum meg og múrin, men einar 100 kvinnur ímillum múrin og meg. Nakrar kvinnur fara næstan til hendurs. Sjálvt um eg ikki skilji, hvat tær siga, so havi eg í øllum førum fingið við, at tann eina helt, at hin trokaði ov illa. Hon tekur so og langar til hina, sum so avgjørt ikki verður glað. Ein onnur, sum stendur við mína høgru lið, hyggur undrandi upp á okkum. Hon undrast ivaleyst á, hvaðani so hvít fólk koma. Hon hevur nakrar lítlar, fínar og gráar hárstubbar, ið treingja seg út ígjøgnum høkuhúðina, og eitt næstan tannfult smíl. Hon roynir at hála okkum yvir til hennara, soleiðis at vit kunnu sleppa skjótari yvir til múrin. Og vit taka sjálvandi ímóti hesum væl tiltrongda tilboðnum. Hetta skal gerast skjótt og effektivt – ella ja, so skjótt og effektivt, sum tað nú einaferð kann.

 

Hetta tekur forbanka langa tíð, og tær flestu kvinnurnar rundan um meg eru alt annað enn glaðar. Onkur grætur (tað er kanska eisini væl skilligt, nú vit standa við Grátimúrin), onkur annar skeldar, summar troka eitt sindur ov illa, og so eru tað summar, ið standa rytmiskt nikkandi og biðjandi, ímeðan ein rabbi stendur onkrastaðni og geylar í eina mikrofon, ið avgjørt hevur sæð sínar bestu dagar. Ja, her er alt annað enn friðarligt.

Aftaná einar 45 minuttir við massivari troking sleppi eg framat. Eg sleppi tó ikki heilt framat, men má toyggja meg upp um eina stórbrølandi kvinnu, sum ikki er hægri enn 1,50. Eg nerti líka við múrin, hægst 3 sekund, men verði síðani skumpað til viks, tí nú er túrurin komin til onkra aðra.

 

Vit ganga burtur frá múrinum. Rabbin í hátalaranum er nú komin til eitt syrgiligt petti í bønini, tí nú byrjar eisini hann at rópa enn harðari við gráturødd. Ímeðan vit fara trokandi, suffandi og sveittandi burtur frá múrinum, hugsi eg: Ja… hetta var so Grátimúrurin.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.