Altjóða Bókadagur: Fýra bøkur tú mást lesa!

23 apríl er altjóða bókadagur
Altjóða Bókadagur: Fýra bøkur tú mást lesa!
Altjóða Bókadagur er í dag, og hetta hátíðarheldur Röddin við at vísa á fýra klassiskar bøkur, sum heilt klárt eru verdar at lesa
23.04.2015 - 19:45

23. apríl er Altjóða Bókadagur, og dagurin har bókmentir, rithøvundar og lesing eru í brennideplinum. Tað er á hesum degnum, at Shakespeare, Cervantes og Inca Garcilaso de la Vega doyðu. Tað er eisini dagurin, har nógvir kendir rithøvundar so sum Vladimir Nabokov og Josep Pla komu til verðina. Tað er UNESCO, sum hevur valt hendan dagin fyri at eggja øllum, og serliga ungum fólki, til at uppdaga lesihugin aftur. 

 

 

Röddin hevur útvalt fýra klassikarar, sum eru verdir at lesa:

 

The Catcher in the Rye (1951)

 

Hendan bókin er ein av teimum mest bannaðu bókunum nakrantíð. Tað er partvíst av málinum í bókini og støðunum, høvuðspersónurin er í. Eisini er ein av grundunum, at foreldur vóru bangin fyri, at Holden var ein vánalig fyrimynd fyri teirra tannáringar. Natúrliga er hetta júst tann samansetingin, sum ger hana so væl umtókta, og serliga í eini turbulentari tíð sum í 1960'unum. Holden sum høvuðspersónur og frásøgufólk hevur eginleikan til at ávirka fólk meiri enn flestu bøkur. Lesarin kann hava samkenslu við honum og kenna seg aftur í nógvum av tí, hann hugsar um og ger. Vónandi læra lesararnir eisini av øllum teimum býttu gerðunum, hann ger, og vanvirðingina hann vísir yvir fyri øllum rundan um seg.

 

 

To Kill a Mockingbird (1960)

 

Hendan bókin er ein av teimum bókunum flest øll lesa á onkrum tíðspunkti í lívinum. Kanska tú ert blivin noydd/ur at lesa hana í skúlanum, onkur hevur viðmælt hana ella av egnum áhuga. Bókin er um Atticus Finch, sum er ein óvanlig hetja og fyrimynd. Hann er fyrimynd grundað á moralsku avgerðirnar, hann tekur í bókini, heldur enn kropsligu førleikar hansara. Moralur er eisini eitt gjøgnumgangandi evni í bókini, serliga í samband við religión og synd. To Kill a Mockingbird leggur dent á, hvussu mann sjálvur kann síggja, hvat er rætt og hvat er skeivt, og dugir at skilja tað frá lógini. Um ta tíðina bókin varð skrivað, var Amerika í eini etniskari menning, og kvinnurættindini og rættindini hjá teimum myrku vóru í brennideplinum. Bókin er full av beinraknum orðingum og suspens, og eisini nógvum stuttligum vendingum, og heilt klárt verd at lesa. Eitt framhald av bókini er eisini á veg eftir meir enn 50 ára steðg.

 

 

The Stranger (1941)

 

Hóast hendan bókin bert er 123 síður long, er hon full av tankavekjandi evnum, hon er eitt meistaraverk av absurdari heimspeki. Vit fylgja høvuðspersóninum Meursault gjøgnum alla bókina; vit eru við til jarðarferðina hjá mammuni, vit síggja, tá hann fremur morð, tá hann er til avhoyring, og tá hann bíðar eftir dómi. Alla tíðina eru vit tvungin til at hugsa um lívið, deyðan, hvat er rætt og skeivt, vinarlag, rættvísi, kærleika og mangt annað. Eitt dømi úr bókini er: "The only way to deal with an unfree world is to become so absolutely free that your very existence is an act of rebellion".

 

 

 

Peter Pan (1902)

 

Vit kenna øll søguna um Petur Pan, dreingin, sum ikki bleiv vaksin. Men bókin er nógv meiri enn bert ein góðanátt søga hjá børnum. Tað er ein kompleks søga við nógvum fláum. Bókin er skrivað á so vakrum máli og við hugtakandi myndburðum og ótrúligum forkláringum. Søgan sjálv er eins ódeyðilig sum Petur Pan sjálvur, og Neverland er tann fullkomna idealiseringin av dreymaheiminum hjá einum barni. Hóast hetta so er søgan samstundis so melankolsk og hjartaskerandi, sum tú fyrst leggur til merkis til sum vaksin. Sorgarleikurin hjá Petur Pan, longsulin eftir eini mammu og manglandi evni til at hoyra heima nakrastaðni, ger hann til tann einsamallasta dreingin í heiminum.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.