RøddinLive: Orðblindi

RøddinLive: Orðblindi
Í morgin klokkan 19.00 fer RøddinLive aftur í luftina. Evnið, vit viðgera hesa ferð, er orðblindi
23.04.2015 - 18:15

- Eg var ræðuliga nervøs fyri, at lærarin peikaði meg út til at lesa hart í flokkinum. Um lærarin peikaði meg út, kendi eg á mær, hvussu reyð eg bleiv. Eg fekk eisini ilt í búkin. Soleiðis havi eg tað enn í Hoydølum. 

 

Hetta sigur Bjørt Hentze Magnussen, ið gongur í 3.s í Hoydølum og er orðblind. 

 

Í sendingini práta vit við Bjørt Hentze Magnussen og Armgarð Mortensen, um hvussu tað er at vera orðblindur. Tær báðar vóru ávíkavist komnar í 8. flokk og 1.s, tá tær fingu staðfest orðblindi.

 

Les eisini: At liva við orðblindi

 

Eisini práta vit við Anniku Marr Poulsen og Maybritt við Strond, sum greiða nærri frá, hvat orðblindi er, og hvussu orðblind kunnu fáa hjálp.

 

 

Hoyr RøddinLive í morgin kl. 19.00!

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.