- Tíðindi, mentan og ítróttur
RøddinLive: Hondbóltur og frælsur ítróttur
RøddinLive: Hondbóltur og frælsur ítróttur
Í kvøld kl. 19.00 fer RøddinLive í luftina. Evnið, vit viðgera hesa ferð, er hondbóltur og frælsur ítróttur
01.05.2015 - 18:15
- Tað grør um gangandi fót í hondbóltinum.
Tað sigur Hallur Danielsen, samskipari hjá Hondbóltssambandi Føroya.
Í sendingini práta vit eisini við Mariannu Geirsdóttir Eystberg og Róa Berg Hansen, sum bæði vórðu kosin ársins stjørnuskot í hondbólti. Tey hava eisini roynt seg á føroysku ungdómslandsliðunum.
Ein fortreyt fyri at gerast gott ítróttafólk er at styrkivenja. Vit snakka við Hans Mikkelsen um styrkivenjing og fyribyrging av skaðum.
Einstaklingaítróttur og liðítróttur eru ógvuliga ymiskir. Vit práta við Tummas Napoleon Arge og Hall Simonsen um frælsan ítrótt.
Hoyr RøddinLive í kvøld kl. 19.00 ella á roddin.fo.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |