- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hvat, hvar og hví?
Hvat lesur tú?
Eg lesi teologi, ella guðfrøði, ið er læran um Guð. Útbúgvingin snýr seg serliga um kristindómin og Bíbliuna.
Millum annað læra vit grundmálini, griskt og hebraiskt, fyri at kunna lesa Bíbliuna í upprunamálunum, sum hon var skrivað í. Eisini læra vit um kirkjusøguna fram til í dag og um ymsar filosoffar og trúarlærur.
Hvar lesur tú?
Eg lesi á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn. Í Keypmannahavn er altíð nógv lív. Her eru nógvar hugnaligar kaffistovur, sum mann kann vitja, og tað er eisini deiligt at hava nógvar av vinkonunum tætt við. Eisini haldi eg, at tað er stuttligt at royna stórbýarlívið, meðan eg eri ung.
Hví valdi tú just hetta?
Eg minnist, at eg í 3.g í student helt religiónsundirvísingina vera sera áhugaverda, serliga tað, ið snúði seg um kristindóm.Tí hugsaði eg, at guðfrøði fór at vera enn meiri spennandi, av tí at eg kundi koma meiri í djúpdina í nógvum av tí, vit lærdu í student.
Eg valdi at fara til Keypmannahavnar at lesa, tí tað er eitt stað, ið eg longu kenni, og tað er ikki alt for langt frá Føroyum. Tað er skjótt og lætt at koma heim í ferium. Eisini kendi eg longu fleiri í Keypmannahavn, so eg visti, at tað ikki fór at vera einsligt at vera her.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |