Sissal og Konni Kass víðari

Sissal og Konni Kass víðari
Sissal og Konni Kass komu víðari í kvøld. Les samrøðu við ein av dómarunum
16.05.2015 - 00:15

Sissal og Konni komu víðari í fyrsta umfari av Sement. Vit hava fingið eitt prát við Jensinu Olsen, ið er ein av dómarunum. Hon greiðir frá, hví tær komu víðari.

 

Mynd © Sonja Wang Hansen

 

Støðið var ymiskt

Bólkarnir í kvøld vóru øgiliga ymiskir. Vit hoyrdu Blueskendan tónleik, punk rokk, dapran popp, eksperimenterandi røddina hjá Sissal og easy listening tónleikin hjá Konni Kass.

 

- Vit vóru samd um, at støðið hevur verið øgiliga ymiskt í kvøld. Tað er eisini tað, sum ger tað so stuttligt at vera dómari ella útveljari, um mann kann siga tað. Eg haldi ikki, at tað er so stuttligt at siga dómari. Eg haldi ikki, at tað er so stuttligt at skula døma tey, sum stilla seg upp at spæla tónleik. Lead vokalurin hevur verið ógvuliga berandi í kvøld. Allir bólkarnir hava valt at hava ein forsangara. Vit hava ikki havt nakran instrumentalan bólk. 

 

...tí valdu vit Sissal og Konni Kass

Dómararnir noteraðu, meðan allir bólkarnir spældu, og tá alt var liðugt, vóru teir ógvuliga samdir um, hvør skuldi víðari úr fyrsta undanumfarinum.

 

Valið fall á Sissal, tí hon megnar nakað við síni rødd, sum er ógvuliga serstakt, serliga tá mann hugsar um aldurin. Vit hugsa, at tað, vit hava sæð av Sissal í kvøld, er kanska 30%. Har býr nógv annað inni í henni, tað sær og merkir mann. Bólkurin var øgiliga væl samanspældur, og tónleikararnir vóru nærverandi. 

 

- Konni segði fleiri ferðir, at hon akkurát var byrjað at spæla gittar, og tað hoyrdu vit gott. Men so hildu vit eisini, at tað var forbannað djarvt at fara á pallin at spæla gittar, tá mann akkurát er byrjaður og er tryggari á klaveri. Hon er ein góður lagskrivari, og sum sangarinna er hon eisini góð. Hon er heilt sikkurt nakað. Um hon ikki fer víðari her, so fer hon heilt sikkurt at spæla tónleik alíkavæl. Tað liggur so beint hjá henni at spæla. Hon má spæla, tað merkir mann, so tí valdu vit hana.

 

Lesið við á Röddini í morgin og næstu viku, tá fleiri innsløg frá Sement koma á síðuna.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.