- Vit eru ordiliga fittir dreingir

Iron Lungs
- Vit eru ordiliga fittir dreingir
Sement: Finalistarnir eru nú funnir
16.05.2015 - 22:45

Erligt, gjøgnumført, inniligt, tight, svakt.

Hetta vóru lýsingarorðini, ið vóru nýtt um bólkarnar, sum komu víðari í kvøld. Tað vóru Iron Lungs og Tummas Eivind & Hans Arni, sum komu víðari. Eitt wild card var eisini við, og tað merkir, at dómararnir høvdu møguleika til at velja ein bólk/einstakling aftrat at koma í finaluna. Valið fall á Rökkvi, sum framførdi í gjár.

 

 

Finalan í Sement 2015 sær soleiðis út:

Iron Lungs

Tummas Eivind & Hans Arni

Konni Kass

Sissal 

Rökkvi

 

 

Röddin hitti Iron Lungs stutt eftir teirra framførslu

Síðsti bólkurin á pallinum í kvøld var bólkurin Iron Lungs. Teir eru sum heild væl nøgdir við framførsluna, men halda ikki, at fólkini vóru klár til metal. 

 

- Hetta var kanska ikki tann málbólkurin, sum vit skulu framføra fyri, men tað var fínastaslag. Nokkso skeg, tí eg haldi ikki, tey vóru klár upp á at hoyra metal, sigur Danny.

 

Iron Lungs hava spælt saman síðani 2013. Teir hava framført til ymisk metal-tiltøk og annars á ymiskum spælistøðum í Føroyum. Röddin vildi frætta um teirra vónir í Sement.

 

- Eg veit ikki... Vónirnar eru góðar, men hetta er kanska eitt sindur langt úti í mun til alt hitt, sigur Fríði.

 

Dreingirnir í Iron Lungs eru allir samdir um, at Sement er eitt gott tiltak, og at tað gevur ungum tónleikarum okkurt at venja fram til. Röddin spurdi at enda, um teir høvdu nakað at leggja aftrat, og ymisk vóru svarini.

 

- Mann má ikki døma metal ov skjótt, heldur Danny.

- Eg haldi, at hendan samrøðan skal enda nú, sigur Heini. 

- Vit eru ordiliga fittir dreingir, sigur Fríði at enda.

 

Limirnir í Iron Lungs, sum nú eru í finaluni, eru Fríði Djurhuus, Danny Baldursson, Mikkjal Fróði Nielsen, Heini Djurhuus og Jógvan Johannesen.

 

 

Röddin verður eisini á staðnum, tá ársins Sement finala verður komandi leygarkvøld.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.