- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri frálík, føroysk nøvn á G!
G! kunngjørdi fyri stuttum tvey sera væl umtókt føroysk nøvn, ið fara at framføra á G! 2015, nevnliga Gurðið Hansdóttir og SAKARIS
Guðrið Hansdóttir
Hugtakandi songkvinnan, Guðrið Hansdóttir, ið er kend bæði sum staklingur, og sum eina helvtin av Byrtu, kemur at spæla á ársins G! festivali.
Í 2007 tryggjaði fyrsta útgáva hennara, 'Love is Dead', dugnaligu songkvinnuni eitt pláss í føroyskum hjørtum.
Síðani hevur hon, við sínum fimm frálíku útgávum og ógloymandi rødd, av sonnum prógvað seg sum ein av evnaríkastu og ikki minst fjølbroyttu, føroysku songkvinnum og sangskrivarum.
Niðan fyri ber til at lurta eftir lagnum 'A Lot Like Dying', sum songkvinnan framførir saman við Bartali Augustinussen
SAKARIS
Ungi tónleikarin, Sakaris Emil Joensen, hevur verið sera aktuellur við heili trimum væl umtóktum stakløgum seinasta árið.
Útgávan 'I Have Beautiful Eyes' í 2012 setti av sonnum gongd í hjá SAKARISI, og er hann síðani blivin ein av fremstu elektro-tónleikarunum í føroyska tónleikaheiminum.
Umframt at hava gjørt nógv um seg á heimafrontinum m.a við sínum frálíku framførslum á G! hevur SAKARIS lívgað mongdir í útlondum eisini, og hevur hann spælt á viðurkendum festivalum sum SPOT, JaJaJa, Dias Nordicos og Waves Vienna.
Í stuttum er tónleikurin hjá SAKARISI livandi, dansandi og litríkur og er avgjørt ikki ein uppliving, sum lætt verður gloymd.
Niðan fyri ber til at lurta eftir lagnum 'I Put on This Dress Only for You'
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |