Gestamiksið: Martin Falkenberg - Keeping it Tropical

Gestamiksið: Martin Falkenberg - Keeping it Tropical
Gestamiksið hesa ferð eigur Martin Falkenberg Jensen
27.05.2015 - 10:00

Maðurin,ið eigur gestamiksið hesa ferð, er 24 ára gamli Martin Falkenberg Jensen. Martin hevur diskað ymsa staðni í Føroyum í umleið 5-6 ár og brúkar nógva tíð upp á at gera og miksa tónleik.

 

Martin greiðir soleiðis frá um miksið.

 

- Miksið er lætt at lurta eftir. Tað er ein blandingur av gomlum og nýggjum hittum, sum hava fingið nýggjan ham við tropiskum beati og tónum. 

Eg gjørdi miksið, tí eg manglaði okkurt at lurta eftir til teir longu biltúrarnar. Eg haldi sjálvur, at hetta er ein góð byrjan upp á eitt langt og sólríkt summar!

 

- Genran eitur Tropical House, sum er ein sub genra av deep house. Hendan genran er komin fram stutt síðani, nokk mest via Kygo og Thomas Jack. 

Tað er sera avslappaður tónleikur, og hóskar væl til góða veðrið. Ella bara til ein, ið er glaður í sinninum og vil hoyra glaðan tónleik 

 

 

 

Kundi tú hugsað tær at fingið títt miks við í gestamiksið hjá Röddini, so kanst tú skriva til okkara á Facebook ella roddin@roddin.fo

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.