- Tíðindi, mentan og ítróttur
Einsemi er tungt
Einsemi hjá eldri fólkum hendir ofta, tá tey ikki longur eru ein partur av einum virknum lívi uttan fyri heimið. Tað eru nógv eldri fólk, sum sita einsamøll eftir uttan vitjan, tí at tey hava lítla ella onga familju, ella familjan býr uttanlands.
Einsemi er tungt, og fleiri kanningar vísa, at tað hevur skaðiliga ávirkan á likam og sál. Í Føroyum eru fleiri gomul fólk, sum kenna seg einsamøll, tí tey næstan onga vitjan fáa. Men hetta kanst tú gera nakað við.
Tað ger nevniliga mun, tá ein einsligur hevur ein vitjanarvin, sum kemur á gátt nakrar tímar um vikuna. Vitjanartænastan hjá Reyða Krossi Føroya hevur ein góðan bólk av vitjanarvinum, men tørvur er á fleiri fólkum.
Hevur tú tveir tímar um vikuna, sum tú kanst seta av til at vitja onkran, sum er einsamallur, so kanst tú seta teg í samband við vitjanartænastuna hjá Reyða Krossi Føroya á tlf 319630 ella skriva til redcross@redcross.fo.
Kelda: Reyði Krossur Føroya
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |