- Hi, I am Helena
Vit snakka um arbeiði, kærleikssøgur og veður og vind – hóast vit ikki kennast. Á sambindingarkafé hittast føroyingar og tilflytarar at práta um leyst og fast og at sambinda tjóðskapir
02.03.2016 - 00:00

- Hey, vælkomin. Hvussu er? Skilir tú føroyskt?

- Jaja, eg skilji føroyskt, svarar ein dimmlitt kona á heilt góðum føroyskum. Og so heldur samrøðan fram á føroyskum.

 

Á niðastu hædd á bókasavninum í Havn hoyrist sjóð og sussan frá fleiri konum og einum manni. Tað er sambindingarkafé. Endamálið er, at føroyingar og tilflytarar kunnu práta saman og knýta bond – ein integratiónskafé.

 

 

Svenskt, enskt og hálvbrotið føroyskt í einum ellubita

Tey flestu kennast ikki, men hóast sambindingarkaféin júst er byrjað, so sussa konurnar longu rundan um borðini. Summar eru komnar einsamallar, aðrar koma í bólkum. Við borðini sita allar blandaðar.

 

- Ert tú akkurát komin til Føroya?

- Neei, dregur hon á svarið.

- Have you just got to the Faroe Islands?

- Yes.

 

Jú, misskiljingar eru, tá mann snakkar føroyskt, men tað bilar einki, mann flennir bara.

 

Málið skiftir í heilum; svenskt, norskt, danskt, enskt, føroyskt og hálvbrotið føroyskt. Tað kula er, at fyrireikararnir presentera seg á føroyskum og lodda síðani dýpið. Í flestu førum heldur samrøðan fram á føroyskum við enskum setningum ímillum, tá tað verður ov ringt at skilja.

 

 

- Eg havi lært eina rúgvu av Findusi

Hanne Magnussen, ið er bókavørður og eisini tilflytari úr Danmark, greiðir frá, hvørjar bøkur eru góðar at læna sær.

 

- Vit hava sett nakrar bøkur fram. Ofta plaga tilflytarar at byrja á barnabókasavninum. Ein væl umtókt bók er Fyrstu hundrað orðini. Barnabøkur, sum eisini eru á fløgu t.d. Kardamummubýurin og Og mamma eru eisini populerar.

 

- Eg havi lært eina rúgvu av Findusi, letur í einari, sum snakkar gott føroyskt.

 

- Her eru eisini fleiri mállærubøkur. Tá tilflytarar hava verið her í nøkur ár, mugu tey eisini læra danskt. Tí tað má mann í Føroyum... Men altso, vit eiga fleiri bøkur uppiá – ikki bara tær, sum standa á hesi hillini. Og bindibøkur hava vit eisini, sigur bókavørðurin, Hanne Magnussen.

 

 

- Eg havi ongantíð upplivað vind, sum ger meg til Michael Jackson

Hóast tiltakið er á bókasavninum, so er tað ikki bara bókavørðurin, ið sleppir at snakka. Tvær konur fortelja sína søgu, hví tær fluttu til Føroya.

 

- Føroyskt var ein stór avbjóðing. Men eg elski tað her – enntá veðrið. Eg hataði tað kortini í byrjanini. Nú er tað bara arbeiðið, sum er frustrerandi. Øll tey teknisku orðini eru á donskum, og tað skilji eg ikki, sigur rumenska Andrea, sum gifti seg við føroyingi fyri fleiri árum síðani.

 

- Hey, eg eiti Helena. Eg eri úr Ekvador og gifti meg við einum føroyingi. Tað var ein 360 stig snaring. Eg havi lært at vera positiv í Føroyum orsakað av veðrinum. Altso, eg havi ongantíð upplivað vind, sum skumpar meg til síðuna og ger meg til Michael Jackson, sigur hon flennandi.

 

Helena í Baianstovu

 

- Hevur nakar eyka stokkar við? Eg fekk sovorðnan hug til at kasta uppá

Eftir framløgurnar eru fleiri, sum taka stokkarnar fram. Summi reisa seg upp til rullandi bókahillina. Nøkur hyggja í Hundrað fyrstu orðini, onkur blaðar í skaldskapi hjá Williami Heinesen, meðan onnur lúra í bindibøkurnar.

 

- Hygga nú, øll mingla ordiliga væl, sigur Sunneva, sum fekk hug til at kasta uppá og hevur lænt sær stokkar.

 

 

Millum bindandi og sussandi konurnar situr ein eldri maður, ið bæði snakkar føroyskt, norskt og enskt alt eftir, hvønn hann snakkar við. Hann er komin á sambindingarkafé at práta við aðrar tilflytarar og føroyingar.

 

Hann greiðir eini tailendskari, ungari damu frá, at Føroyar er eitt land, har tað aldri er ov heitt ella kalt. Og hann veit, hvat hann snakkar um, tí í norður Norra kann tað verða nógv kaldari.

 

Jú, søgurnar eru fittar og stuttligar. Lagið er gott, og føroyingar sum tilflytarar hugna sær saman og læra okkurt nýtt. Stuttligt.

 

 

Sambindingarkaféin er eitt regluligt tiltak, sum bæði er á Bókasavninum við Løkin og á Býarbókasavninum í Havn. Sambindingarkafé verður aftur á Býarbókasavninum í Havn týsdagin 1. mars kl. 19.30.

 

 

GG: Flestu endurgevingarnar eru umsettar úr enskum til føroyskt.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.