Herferðin #FreeTheNipple heldur áfram

Herferðin #FreeTheNipple heldur áfram
Átakið #FreeTheNipple hevur breitt seg skjótt, og nøkur av teimum mongu mótmælarunum eru næmingar úr Eriksminde Efterskole
02.06.2015 - 00:00

Átakið #FreeTheNipple heldur tað vera dupultmoralskt, at kvinnuligu bróstini verða sædd sum eitt sexobjekt, ið verður forbjóðað í tí almenna rúminum.

 

Fólkini, ið standa fyri átakinum, mótæla eitt nú, at sosialir miðlar forbjóða myndum av kvinnuligum bróstvørtum. Mótmælið gongur fyri seg á tann hátt, at kvinnur í ymiskum londum leggja myndir út av sær sjálvum við berari bringu.

 

Les eisini: #FreeTheNipple

 

Mannfólkini eru eisini komin við. Eitt nú hava bæði gentur og dreingir úr Eriksminde Efterskole luttikið í hesum átaki. Tey leggja myndir út av drongi og gentu síð um síð, har tey hava tilgjørt myndina soleiðis, at dreingirnir hava fingið bróstini hjá gentuni, og genturnar fingið bringuna hjá dreingjunum.

 

Tey skriva millum annað undir myndini: Góða Facebook - hvørjar vørtur velja tit at sensurera?

 

Sí myndirnar her:

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.