Við Múrin avdúkar nýtt navn

Xperiment
Við Múrin avdúkar nýtt navn
Ungdómskórið, Xperiment, trínur á pallin við nútímans tónum og rútmum
04.06.2015 - 17:15

Kórið varð kosin ársins livebólkur á FMA í ár, og í summar verður kórið at hoyra í Kirkjubø. Talan er um “Xperiment”, ið byrjaði sum eitt ungdómskór, har fleiri av sangarunum longu fóru at syngja sum smábørn.

 

Fleiri av sangarar eru kendir sum solistar í sangleikum, ið hava verið á palli í Føroyum seinnu árini. Xperiment hevur eisini fleiri ferðir verið uttanlands og sungið. Kórið hevur m.a. júst luttikið á Vocal Festivalinum í Aarhus.

 

Saman við kórleiðaranum, Sigrið Sivertsen, er kórið kent fyri at geva gomlum, mergjaðum føroyskum sangum eitt nýtt frískt flog. Kórið hevur m.a. gjørt sjónbandalag til Lívsmynd og Í Gøtu ein dag.

 

- Áhoyrarnir í Kirkjubø kunnu vænta sær eina heilt serliga uppliving, har gamlar søgur ferðast saman við tónum og verða til eitt saman við nútímans tónum og rútmum. Hesin skattur fer at ferðast víðari á nýggjum veingjum, siga fyrireikararnir. 

 

Í Gøtu ein dag

 

Lívsmynd

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.