- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hvat siga kirkjubingarnir um Við Múrin?
Íbúgvarnir í Kirkjubø eru ymiskir á máli um festivalin. Röddin prátaði við ymisk fólk í bygdini og spurdi m.a. hvat teimum dámdu festivalin, og hvat tey hildu um dundrandi tónleikin.
Hjørdis Patursson, 90 ár
Festivaløkið liggur alt ov tætt upp at húsunum. Her er so nógvur gangur, at eg fái ikki sovið. Men eg man klára at vakja í tríggjar. Tit ungu skulu hava tað so hart, at tit oyðileggja oyruni. Jaja, so er...
Festivalurin skuldi heldur verið inni í dølunum, har er slætt og fá hús. Hesin festivalurin er ikki fyri gomul fólk.
Men tad er hugnaligt at fólk koma at vitja, tí annars siti eg bara einsamøll vanligt. Her hevur verið fult hús allan festivalin
Hjarnar Tórðarson, 21 ár
Tað er fínt at festivalurin er í Kirkjubø, tí so sleppi eg frá at fara so langt. Tað larmar slett ikki. Hetta er bara góður larmur.
Festivalurin skapar eisini betri samanhald í bygdini. Vit hava í øllum førum eitt møtipláss í kjallaranum. Her er bæði ball og grillparty. Her er fult hús við fólki, og tað er bara herligt.
Les eisini: Voxpop: Dyrki at alt er føroyskt
Teitur Heindriksson
Tað er veldugt, at festivalurin er í Kirkjubø. Hetta er eitt frískligt íkast til bygdina og hevur bara positiva ávirkan. Vit hava kanska verið eitt sindur skeptisk, bæði tí at festivalurin hevur havt eitt ringt orð á sær, og tí at veðurforsøgnirnar hava verið vánaligar. Mann kann ynskja sær veðrið niður og norð, men festivalurin hevur verið fantastiskur. Tað er eisini fantastiskt at hoyra Kára P. spæla so frálíkar tónar. Eg havi bara hoyrt hann spæla einkult løg, men nú hoyri eg eina heila konsert.
Vit í Kirkjubø hava fingið atgongumerkini fyri onki, og tað er frálíkt. Heitu pottarnir eru eisini góðir. Eg havi verið í teimum og svomið í sjónum minst 100 ferðir. Eg haldi vit hava meira ella minni avgjørt, at vit skulu hava ein heitan pott til Kirkjubøar.
Festivalurin larmar satt at siga ikki. Tá mann leggur seg at sova, so sovnar mann.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |