Frank In A Phonebox, Jákup Eli og Danny & The Veetos

Frank In A Phonebox, Jákup Eli og Danny & The Veetos
Í dag vóru trý nýggj nøvn løgd aftrat á ársins Við Múrin festivali
08.06.2015 - 23:15

Frank In A Phonebox

Fyri góðum tveimum árum síðan mannaðu fimm ungir dreingir Frank In A PhoneBox. Hjalti, sang, Pætur, gittar, Sámal, gittar, Hallur, bass og Hjørtur, trummur. Teir fóru at venja saman eftir summarfrítíðina í 2012, og stutt inn í 2013 skrivaðu teir egnan tónleik. Allir vóru og eru serliga hugtiknir av alternativum, laid-back rokktónleiki, og soleiðis bólka teir sín tónleikastíl.

 

Teir vóru við í tónleikakappingini Sement í 2013 og endaðu á einum triðja plássi. Teir hava síðani spælt nógvar konsertir í Føroyum og hava ætlanir um at fara í studio í august í ár. Fólk kunnu vænta sær eina hamrandi feita rokk konsert.

 

 

 

Danny and the Veetos

Danny & The Veetos byrjaðu at spæla fyri hálvum triðja ári síðani. Bólkurin er mannaður av Danny Baldurssyni á guitar og vokal, Páll Brim Joensen á ukulele og vokal, Jóhan Nolsøe á guitar, Robert Waagstein á trummum og vokal, Símuni Dam á synth, Leivi Vitalis á bass og synth bass og Rúna Hentze á trompet.

 

Teir hava hesa tíðina havt ymsar framførslur runt í landinum. Fólk flest kenna bólkin frá staklagnum "I Am Afraid". Bólkurin spælir fólkapopp við elektroniskum elementum. Hetta er tónleikur til fólk í øllum aldri. Teir spæla egin løg, men tríva møguliga í okkurt tøkulag.

 

 

 

 

Jákup Eli

Triðja navnið, sum varð kunngjørt í dag, var 32 ára gamli sumbingurin Jákup Eli. Hann er allarhelst kendastur fyri lagið ”Vanja”, ið varð kosið til árins lag á Planet Awards í desember 2011. Árið eftir varð sama lag kosið sum ársins lag, men hesa ferð við dreingjabólkinum ”All-In”. Jákup Eli hevur fingist við tónleik, síðan hann flutti til Havnar fyri skjótt tjúgu árum síðani. Í 2011 læt hann fyrstu fløguútgávuna, ”Kom við mer út”, úr hondum. Hann spælir lættan akustiskan fólkatónleik og skrivar øll løgini sjálvur.

 

Jákup Eli sigur, at fólk kunnu vænta eina erliga framførslu, sum fólk fara at minnast í fleiri ár. Hann vónar, at áhoyrararnir taka væl ímóti hansara tónleikaboðskapi, tí sum hann sigur: ”Bara at sleppa at standa á einum palli og spæla fyri nógvum fólki er sum at ganga úti á vegnum og selja bløð."

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.