Lukas Graham tekur fjepparar á bóli

Lukas Graham tekur fjepparar á bóli
Í nátt hevur Lukas Graham smuglað nýggju fløguna inn í handlarnar og upp á hillarnar
16.06.2015 - 09:15

Lukas Graham gevur í dag út nýggju fløguna "Lukas Graham (Blue Album)", og við hesum tekur hann allar sínar fjepparar á bóli, tí hetta hevur verið loyniligt allatíð. 

 

Í nátt hevur hann verið úti og sett fløgur upp á hillarnar í handlunum, so tær vóru klárar til í dag. Eisini er nýggja fløgan komin á donsku stroymingatænasturnar og iTunes. 

 

Keyp nýggju fløguna her

 

Í hálvtannað ár hevur Lukas Graham saman við framleiðarunum Future Animals og Pilo arbeitt við kraft fyri at gera hesa nýggju fløguna. Fyrsta fløgan hjá Lukas Graham kom út í 2012, og nú trý ár seinni er hann klárur við fløgu nummar tvey. 

 

Á nýggju fløguni eru 12 løg. Umframt 10 nýggj løg, so verður lagið "Mama Said" og ein nýggj útgáva av "Happy Home" á fløguni. 

 

Umframt avdúkanina av nýggju fløguni, so hevur Lukas Graham eisini avdúkað, at hann í novembur mánað fer á konsertferð kring Danmark. Men vit føroyingar kunnu fegnast um, at hann longu fyrst í august verður at síggja á Vágsbøi í Klaksvík.

 

 

"Drunk in The Morning" er eitt av fyrstu løgunum, sum Lukas Graham varð kendur fyri, men flestu av okkum kenna eisini Lukas Graham frá sjónvarpinum. 26 ára gamli Lukas Graham hevði nevniliga leiklutin sum lítli "Grunk", sum er lítlibeiggi "Krumme" í kendu familjufilmunum "Krummerne" frá fyrst í 90'unum. 

 

Sí eitt brot úr filminum her

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.