Bjarga regnskógunum - gevst við at eta Nutella

Bjarga regnskógunum - gevst við at eta Nutella
Franski umhvørvisráðharrin, Ségolène Royal, mælir til, at vit øll skulu gevast við at eta Nutella
17.06.2015 - 17:15

Umhvørvisráðharrin í Fraklandi, Ségolène Royal, var mánakvøldið í franska sjónvarpinum, har hon mælti øllum til at gevast við at eta Nutella. Fransmenn eru eitt av fólkasløgunum, sum eta mest Nutella í heiminum. Heili 26 prosent av allari framleiðsluni hjá Nutella verður nevnliga keypt í Fraklandi.

 

Sambært Royal er fyritøkan, sum framleiðir Nutella, við til at oyðileggja heimsins regnskógir, tí at vøran inniheldur so nógva pálmaolju. 

 

- Vit noyðast at endurplanta óteljandi trø, tí at skógartýningin er so ógvuslig og elvir til globala upphiting. Vit áttu tí millum annað at steðga við at etið Nutella, tí at tað er gjørt úr pálmaolju, segði Royal í samrøðu við franskar sjónvarpsmiðlar.

 

- Nógv trø í regnskógum eru nú skift út við oljupálmar, og hevur hetta havt álvarsliga ávirkan á umhvørvið, sigur Royal, og mælir til at Nutella skiftir pálmaoljuna út við okkurt annað.

 

Viðmerkingarnar hjá Royal fingu blóðið upp á kók hjá nógvum italienarum m.a hjá italska umhvørvisráðharranum, tí at Nutella hoyrir til italsku fyritøkuna, Ferrero, ið plagar at brúka pálmaolju, sum er vunnin úr burðardyggum umstøðum. 

 

Sambært Verdensnaturfonden WWF er pálmaolju dyrkingin tó sera ring fyri umhvørvið og er størsta orsøkin til, at regnskógir minka munandi í m.a. Malaysia og Indonesia, sum framleiða 85% av allari pálmaoljuni í heiminum, eisini ta burðardyggu oljuna, sum verður brúkt í Nutella.

 

Hóast føroyingar allarhelst ikki eta líka nógv Nutella sum fransmenn, so er páleggið sera væl umtókt her eisini. Ætlar tú tær at gevast við at eta Nutella fyri at bjarga heimsins regnskógum, ella heldur tú, sum italski umhvørvisráðharrin, at Royal ger ov nógv av? 

 

Kelda: DR

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.