- Tíðindi, mentan og ítróttur
Longsti dagur á Slættaratindi
Hóast vit ikki hava merkt nógv til summarið í Føroyum enn, so er tað longsti dagur í dag, 21. juni. Hetta merkir, at vit nú ganga móti myrkari tíðum.
Unga Tjóðveldið hevur tó aftur í ár skipað fyri kvøldsetan á Slættaratindi.
Ein bussur fer úr Havn kl. 19.00, og tá øll eru komin á tind, heldur Tór Marni Weihe røðu. Eisini verður tónleikur uppi á Slættaratindi.
Les meira um tilmelding til tiltakið her.
- Hvar er betri at vera longsta dag enn á Slættaratindi? Unga Tjóðveldið hevur nú skipað fyri hesum túrinum í fleiri ár. Tað plagar at vera ein hugnaligur túrur, og eisini eru onnur ferðalið og einstaklingar, sum leita sær niðan á Slættaratind hendan dagin. Hetta er vorðin ein siðvenja hjá okkum í Unga Tjóðveldinum, sigur Tráin Petursson Nónklett, formaður í Unga Tjóðveldinum.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |