Politisku ungmannafeløgini um kynskvotur

Politisku ungmannafeløgini um kynskvotur
Ungdómurin vil hava javnstøðu, men ikki kynskvotur
23.10.2016 - 19:00

Ungmannafeløgini eru ógvuliga samd, tá tað kemur til kynskvotur. Ja til javnstøðu, men nei til kynskvotur. Javnstøðan skal fáast við millum annað eggjan.

 

 

Ungt Sjálvstýri

Hvat halda tit um kynskvotur?
Ungt Sjálvstýri metir ikki, at kynskvotur er rætta mannagongdin til eitt javnari samfelag. Harafturímóti meta vit, at ein slík skipan setur menn og kvinnur í hvør sín bólk og harvið skapar enn størri gjáir millum kynini. Fær ein kvinna ein nevndarsess, bert tí hon er kvinna, er tað einki meiri rættvíst enn ein maður, ið fær sessin, bert tí hann er maður. At mann ger serligar reglur fyri annað kyn fremur møguliga javnstøðu í hagtølum, men tað ger einki við trupulleikan um samfelagsligan hugburð til kyn á arbeiðsmarknaðinum. Ungt Sjálvstýri er tískil ímóti kynskvotum.

 

Eru tit og móðurflokkurin samd um hetta?

Ja

 

 

Framsøkin Ung

Hvat halda tit um kynskvotur?

Framsøkin Ung gongur ikki inn fyri kynskvotum. Vit halda, at tað er førleikin, sum telur og ikki, hvat ein hevur millum beinini. Ávirkanin, sum kynskvotur høvdu havt í núverandi samfelag, hevði verið, at fleiri kvinnur sluppu framat – hesum stuðlar FU 100%. Vit halda tó ikki, at tað er rætti mátin at oyramerkja sessir við lóg.

 

Ein hugburðsbroyting er í gongd í føroyska samfelagnum, og vit eru sannførd um, at áhaldandi sterkar røddir og átøk føra vegin fram til sunnar og dynamiskar samansetingar í nevndarsessum, løgtinginum o.s.fr. Eisini halda vit, at tað beinleiðis er niðrandi fyri kvinnur, at sessir skulu ‘setast til síðis’ til teirra. Kvinnur hava líka sterkar førleikar sum menn, og tær koma at vinna seg fram, tí tær kunnu gera tað líka væl ella betur – IKKI bara soleiðis, at tað sær pent út.

 

Hetta eru ikki konservativ, mannchauvinistisk sjónarmið, sum verða førd fram. Tað veit ein, um hann hyggur at nevndarsamansetingum og valevnislistum hjá móður- og ungmannafelagnum.

 

Eru tit og móðurflokkurin samd um hetta?

Vit og móðurflokkurin eru samd.

 

 

Huxa

Hvat halda tit um kynskvotur?

Vit í HUXA halda at kynskvotur uttan mun til, hvussu mann ger tað, er diskriminatión. Vit halda tað vera gjørligt hjá báðum kynunum at fáa mest sum øll størv, um viljin er til tess. Tað skal ikki vera tað, sum er ímillum beinini, sum avger, um tú fær eitt starv, men heldur tað, sum er ímillum oyruni.

 

Kynskvotur skulu undir ongum umstøðum setast í verk í Føroyum, uttan mun til, um tað snýr seg um lesnað ella almennan nevndarsess. Løgtingið er valt demokratiskt, og um mann setur kynskvotur á løgting, vildi hetta verið ein katastrofa.

 

Eru tit og móðurflokkurin samd um hetta?

Hesum eru vit og móðurflokkurin samd í.

 

 

Sosialistisk Ung

Hvat halda tit um kynskvotur?

Vit í Sosialistisk Ung ásanna, at vantandi javnstøða tíverri er ein trupulleiki í Føroyum. Kynskvotur kunnu brúkast sum eitt amboð at stuðla upp undir eina diskursbroyting í samfelagnum í mun til kyn, og av tí sama vera við til at niðurbróta fordómarnar millum kynini. Tó eru vit í SU ikki samd um, hvørs kynskvotur eru rætta amboðið í Føroyum.

 

Meirilutin í SU tekur ikki undir við at innføra kynskvotur til nevndar- ella fólkavaldar sessir í Føroyum. Tó eru vit øll samd um, at kvoturnar í mun til barnsburðarfarloyvi skulu býtast javnt millum kynini. Núverandi skipan leggur upp fordómar um bæði kyn: at ‘mammur passa børn’, meðan ‘pápar arbeiða’. Hetta førir við sær, at kvinnur lættari kunnu møta fordómum og mismuni á arbeiðsmarknaðinum, umframt at menn ikki hava eins rættindi sum kvinnur í mun til at vera foreldur.

 

Eru tit og móðurflokkurin samd um hetta?

Javnaðarflokkurin hevur onga samlaða støðu um kynskvotur.

 

 

Ung fyri Miðflokkin

Hvat halda tit um kynskvotur?

Vit halda, at kynskvotur er ein ræðulig skipan. Tað er diskriminerandi at velja onkran fram um annan einans vegna kyn. Vit ynskja eitt samfelag, har tú fært eitt starv vegna tínar eginleikar – og ikki tí, at tú uppfyllir eina kynskvotu.

 

At innføra kynskvotur í politikki eru vit eisini ímóti, tí hetta er sera ódemokratiskt. Tað skal ongantíð koma fyri, at ein kvinna á einum flokslista við færri atkvøðum enn eitt mannfólk, skal fáa ein løgtingssess, einans tí hon er kvinna - og vice versa.

 

Fyri okkum snýr javnstøða seg um, at øll skulu hava javnar møguleikar, og ikki at vit neyðturviliga skulu hava javnt kynsbýti allaðstaðni. Kynskvotur eru niðrandi móti báðum kynum, og tær frátaka javnrættindi. Tí siga vit "nei" til kynskvotur.

 

Eru tit og móðurflokkurin samd um hetta?

Einki svar var til hendan spurningin.

 

 

Unga Tjóðveldið

Hvat halda tit um kynskvotur?

Unga Tjóðveldið heldur, at javnstøðulógin skal herðast, so vit tryggja javnstøðu í almennum nevndum og -ráðum og í almennum partafeløgum. Hetta er eitt umráðandi stig á javnstøðuleiðini, tí hóast kvinnur ongantíð áður hava havt eins góðar útbúgvingar og førleikar sum nú, eru vit langt frá javnstøðu millum kynini.

 

Unga Tjóðveldið er ikki fyri kynskvotum í løgtinginum, tí tað skal vera fólksins vilji, sum verður umboðaður í løgtinginum. Unga Tjóðveldið stuðlar hinvegin Demokratia, og vit halda, at flokkarnir skulu arbeiða hart fyri at hava javnstøðu á uppstillingarlistunum og bjóða bæði kvinnum og monnum í kjak.

 

Í landsstýrinum skulu vit miðja ímóti javnstøðu, og vit gleðast um javnstøðuna í landsstýrinum í dag.

Kynskvotur eru eitt av amboðunum til at tryggja javnstøðu, men tað er sera umráðandi, at vit áhaldandi upplýsa og eggja gentum at bjóða seg fram, og uppaling hevur ikki minst týdning í javnstøðustríðnum.

 

Eru tit og móðurflokkurin samd um hetta?

Tjóðveldi er undangonguflokkur innan javnstøðumál. Tjóðveldi heldur, at javnstøðulógin skal haldast og víðkast til at fevna um almenn partafeløg. Tjóðveldi hevur tó ikki samtykt ein kvotupolitikk.

 

 

Ungmannafelagið Samband

Vit sum ungmannafelag eru ímóti at lóggeva kynskvotum. Vit meta ikki, at tað er hóskandi, at ein persónur fær arbeiði, nevndarsess o.s.fr., tí tað er ein kvinna ella ein maður. Tað skulu altíð vera best egnaðu fólkini, ið verða sett á postarnar. Tá tað so er sagt, so eigur at verða eggjað til, at tað er so fræg javnstøða sum tilber uttan lóggeving.

 

Vit kunnu ímynda okkum eina støðu, har vit hava tveir umsøkjarar til eitt starv – ein mann og eina kvinnu. Leiðarin setur mannin, tí lógin sigur tað. Hann fær starvið, hóast hann ikki er eins væl egnaður sum kvinnan. Starvið eigur altíð at vera givið tí, sum er betri egnaður til starvið – hetta er javnstøða.

 

Eru tit og móðurflokkurin samd um hetta?

Móðurflokkurin og vit eru samd um hetta.

 

 

Les eisini:

Politisku ungmannafeløgini um lestrarstuðul
Politisku ungmannafeløgini um feløg sum Uber og Ryanair

Politisku ungmannafeløgini um rúsdrekkalógina og halgidagslógina 

Politisku ungmannafeløgini um ES 

Politisku ungmannafeløgini um flóttafólk 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.