- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hvat siga børn um samkynt hjúnalag?
Síðan samkynt hjúnalag er loyvt í øllum statum í USA, hava ælabogalitirnir sett sín dám á Facebook, Instagram og aðrar kendar sosialar miðlar.
Les eisini: Hægstirættur í USA loyvir homo-hjúnabondum
Tó hava øll ikki verið eins fegin um hesa avgerð. Fleiri hava sett spurningin: “hvussu skal eg forklára tað fyri børnunum?”
Eins og tað ivaleyst er trupult at greiða børnunum frá sex, ella hvussu børn koma til verðina, so kann tað ivaleyst fyri summi vera trupult at greiða frá, hvat samkynt hjúnalag er.
Les eisini: 26 milliónir ælabogamyndir
Men børnini eru kanska ikki so býtt, sum tey annars stundum verða gjørd. Hygg bara at hesum brotinum frá Jimmy Kimmel Live, har børn m.a. greiða frá, hvat samkynt hjúnalag er, hvat tað inniber at giftast, og nær tað er sámiligt at giftast.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |