Voxpop: - Dyrki, at alt er føroyskt

Voxpop: - Dyrki, at alt er føroyskt
Festivalgestirnir lata væl at festivalinum, men fólkið manglar
04.07.2015 - 14:00

 

Barbara og Hanna

 

Hvat dámar tykkum festivalin?

- Túee... fínasta slag. Vit høvdu faktiskt onki væntað, men hetta er fínt. Góður musikkur.

 

Hvat dámar tykkum skránna?

- Kul, at tað bara er føroyskt. Ræðuliga góð!

 

Eru tit her fyri tónleikin, stemningin, mentanina ella ballið?

- Eg veit ikki.

- Eg veit ikki heilt, hví vit eru her.

 

Hvønn týdning hevur veðrið fyri festivalin?

- Alt! Annars høvdu vit helst ikki verið her.

- Vit hugdu á rótikassan eftir billettum, kannaðu veðrið, spurdu onkran, sum var her, hvussu festivalurin var, og so fóru vit bara. Hetta er tað mest spontana, vit hava gjørt, men tað er fínt.

 

Les eisini: Øl, kvittan og sigarettir

 

Sigurð og Matthias

 

Hvat dámar tykkum festivalin?

- Feitur! Dyrki, at alt er føroyskt.

- Góðar umstøður, men fólkið manglar.

 

Hvat dámar tykkum skránna?

- Hon kundi verið eitt sindur meira kreativ. Her eru ikki nóg feit nøvn. Nøvn sum Týr, Hamferð, Teitur o.s.fr. mangla.

- Skráin er eisini ov lang. Tað hevði verið nokk við 1-2 døgum.

 

Eru tit her fyri tónleikin, stemningin, mentanina ella ballið?

- Eg visti ikki, hvat tað var, áðrenn eg fór. Eg fór bara.

- Eg eri tónleikari, so eg eri her fyri tónleikin.

 

Hvønn týdning hevur veðrið fyri festivalin?

- Tað hevur alt at siga. Vit høvdu kanska ikki verið her, um veðrið var keðiligt.

 

Les eisini: Feit ølgløs Við Múrin

 

Dánjal Petur

 

Hvat dámar tær festivalin?

- Sera væl. Festligur. Upp á tíðina at onkur hevur festival fyri at heiðra føroyska tónleikinum uttan at nakað útlendskt navn oyðileggur.

 

Hvat dámar tær skránna?

- Deilig.

 

Ert tú her fyri tónleikin, stemningin, mentanina ella ballið?

- Tónleikin og stemningin. Eg havi ongantíð følt meg meira vælkonan á festival. Ballið hevur minni týdning. Á G! drekkur mann seg bara skít og hoyrir næstan ongan tónleik, men her er tónleikurin fantastiskur og stemningurin eisini.

 

Hvønn týdning hevur veðrið fyri festivalin?

- Tað hevur alt at siga. Tað hevur ikki verið betri veður á nøkrum øðrum festivali. Her er ikki ov kalt og ikki ov heitt. Perfekt!

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.