- Vit skulu eisini vinna ólavsøkuna

- Vit skulu eisini vinna ólavsøkuna
Manningin á Erlu Kongsdóttir fer ikki í summarfrí fyrr enn eftir ólavsøku, hóast tær við fullum stigatali hava tryggjað sær FM-heitið
12.07.2015 - 21:30

Kappingin um fyrsta plássið hjá 5 mannaførum kvinnum hevur ongantíð verið serliga spennandi hetta róðrarárið. Erla Kongsdóttir hevur verið einaráðandi alt kappingarárið. Við enn einum fyrsta plássi á vestanstevnuni tryggjaði manningin sær FM-heitið, hóast ein róður er eftir á ólavsøku.

 

Koma ikki sovandi á mál

Manning á Erlu Kongsdóttir er ikki komin sovandi til flotta avrikið. Nógv og hørð venjing er sambært manningin uppskriftin til góð úrslit. Kvinnurnar á Erlu Kongsdóttir venja bæði styrkivenjing, rógva á maskinu og í sjálvum bátinum. Tað er neyðugt við eini kombinatión, eru tær á einum máli um.

 

Les eisini: Hetta er ordelig 'hygga', ha?

 

- Vit venja ógvuliga hart! Vit byrja at venja í januar, og tá ið stevnurnar nærkast, venja vit hvønn dag í einar tveir tímar. Vit hava funnið tað rætta, og tað gongur ordiliga væl.

 

 

Manningin hevur eisini drúgvar royndir við rógving. Tær hava allar róð í fýra í ár. Hetta er annað árið, at tær rógva við somu manning. 

 

- Vit hava ikki altíð róð saman. Vit eru tríggjar, sum áður hava róð saman, og so hava hinar tríggjar róð saman. Men nú eru manningarnar lagdar saman, og tað vísir seg at rigga avbera væl. 

 

Manningin á Erlu Kongsdóttir er troytt eftir strævnan róður

 

Aldurnar órógvaðu

Erla Kongsdóttir hevur verið heilt suveren alt kappróðrarárið. Tær hava altíð megnað at leggja sjógv millum seg og bát nummar tvey. Á jóansøku vóru tær heili níggu sekund framman fyri Teistan, sum gjørdist nummar tvey. Hóast talan var um greiðan vinnara á vestanstevnuni, so var tað eitt sindur styttri millum bátarnar í oddinum.

 

- Ja, tað var ordiliga ringt at rógva í dag, tí her var nógv havalda. Tað ráddi um at fanga aldurnar. Tað var eisini javnari millum okkum og nummar tvey. Hesa ferð vóru bara 5,5 sekund á muni.

 

Langt var millum Erlu Kongsdóttir og Rituna, ið vórðu ávikavist nummar eitt og tvey

 

FM-heitið tryggjað

Hóast FM-heitið er tryggjað, so ætla kvinnurnar undir ongum umstøðum at liggja á sofuni fram til ólavsøku.

 

Les eisini: - Vit skuldu vinna í dag

 

- Nei, vit ætla okkum als ikki at slappa av nú. Vit skulu eisini vinna ólavsøkuna. Og vit fara eisini at venja hart fram ímóti ólavsøkuni. 

 

 

Støðan hjá 5 mannaførum kvinnum sæst niðanfyri.

Tíðirnar og støðan hjá øllum manningum síggjast eisini á www.drekin.fo

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.