- Vit skuldu vinna í dag

- Vit skuldu vinna í dag
í 5 mannaførum dreingjum er háspenningur í luftini. Sílið vann á vestanstevnuni, og otar manningin seg nærri at Frúnni og FM-heitinum, sum verður avgjørt á ólavsøku
11.07.2015 - 19:00

5 mannafør dreingir róðu í dag ein sera spennandi róður. Kappingin var serliga millum Frúnna og Sílið. Frúgvin var áðrenn dagsins róður tvey stig framman fyri Sílið. Sílið megnaði tó at vinna á Frúnni í dag, og er Sílið bert eitt stig aftan fyri Frúnna. Hetta merkir, at kappingin er sera jøvn, og hvør vinnur FM heitið verður ikki avgjørt fyrr enn á ólavsøku. Vinnur Sílið Ólavsøkuróðurin, so gerast teir eisini føroyameistarar.

 

- Tað er ein góð kensla at vinna í dag. Tað er super, men vit hava eisini verið noyddir at vinna í dag fyri at hava møguleika at vinna FM-heitið, siga teir á manningini.

 

Fegnir vinnarar á vestanstevnu

 

Ólavsøkuróðurin er avgerandi fyri FM

Ólavsøkuróðurin, ið er ársins seinasti og í hesum føri avgerðandi róðurin, er um góðar tvær vikur. Skal manningin á Sílinum hava nakran møguleika at vinna FM-heitið, so skulu teir vinna ólavsøkuróðurin.

 

- Tað er kanska ikki so nervapirrandi, men mann er meira spentur. Vit koyra okkara, og gera alt vit eru mentir.  Vit eru noyddir til at vinna næsta róðurin fyri at vinna FM-heitið. Vit mugu bara gera tað, sum vit plaga at gera.

 

Fyrimunur at rógva á heimasjógvi

Manningin á Sílinum hevur sínar dagligu venjingar fimm til seks ferðir um vikuna á Havnarvág, og er tað ein fyrimunur, tá mann skal rógva.

 

- Altso, alt er á sjógvi, men jú, mann hevur áskoðararnar. Vit kenna eisini sjógvin og málið út og inn, so tað er altíð ein fyrimunur.

 

Les eisini: - Vit skulu eisini vinna ólavsøkuna

 

Sjógvurin kann altíð vera ógvuliga ymiskur. Veðurlíkindini á vestanstevnuni vóru ikki júst summarlíkindi. Sirm, regn og serliga havaldan høvdu ávirkan á róðurin í dag.

 

- Tað var nógv alda í dag. Vit mistu nøkur tøk, men tað er at halda høvdið kalt og bara koma aftur og rógva víðari. Mann skal bara duga at brúka tær rætt. Tað eydnaðist tíbetur rímiliga væl hjá okkum í dag.  

Sílið og Frúgvin í javnari kapping. Sílið er skutin framman fyri Frúnna

 

Manningin er sum ein familja

Dreingirnir á Sílinum eru ógvuliga málrættaðir og venja miðvíst fyri at liggja í oddinum. Hetta merkir eisini, at mann má velja sumt frá.

 

- Tað snýr seg um at vera málrættaður, venja nógv og vera klárur í høvdinum. At fara í býin gongur ikki, men mann kann heilsa upp á tey edrúur í býnum. Annars er ein manning sum ein familja. Tað er altíð gott at fylgjast við teimum eisini, siga fegnu vinnararnir á vestanstevnuni. 

 

 

Støðan og tíðirnar hjá 5 mannaførum dreingjum sæst niðanfyri:

Tíðirnar og støðan hjá øllum manningum síggjast eisini á www.drekin.fo

 

 

Les eisini: Hetta er ordelig 'hygga', ha?

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.