- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hevur tú fingið hendur á mest umtalaðu bókini í summar?

Hevur tú sitið spent/ur og bíðað, til bókin skuldi koma út, og hevur tú kanska longu ognað tær hana sum E-bók, ella ert tú longu troytt/ur av at hoyra um bókina?
Hon er mest umtalaða bókin í summar, og nú er hon endiliga her, 60 ár eftir at hon varð skrivað. Go Set a Watchman er næsta í røðini av nógv lisnu og virðismettu skaldsøguni, To Kill a Mockingbird, eftir Harper Lee.
Les eisini: Framhald av To Kill a Mockingbird
Søgan gongur fyri seg í 50'unum og fylgir høgt elskaðu persónunum úr To Kill a Mockingbird, tá tey stríðast við bæði persónligar og politiskar trupulleikar.
Ivast tú í, um tú hevur hug at lesa bókina, kanst tú lesa ummælið hjá Politiken, her.
Síggj niðanfyri, hvat fólk siga um bókina á Twitter.
Summi lata væl at
Onnur eru ikki eins glað fyri fyrstu síðurnar
...meðan summi longu eru troytt av at hoyra um bókina.
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |