- Tíðindi, mentan og ítróttur
Forkunnugt filmskvøld
40 ár eftir at fyrstu føroysku spælifilmarnir Rannvá, Páll Fangi og Heystblómur vóru vístir á skíggja, verða teir aftur at síggja.
Miguel M. Hidalgo vitjar í Føroyum í summar og verður við á hátíðarhaldi 31. juli, tá høvi eisini verður at hoyra filmsframleiðaran greiða frá og ymsar leikarar í filmunum skifta orð um, hvussu tað var at vera partur av filmsverkætlanunum.
Hósdagin 30. juli
Kl. 19.00 verður Páll Fangi vístur. Filmurin var gjørdur í 1977 og er filmatiseringin av gomlu føroysku søgnini um uppreistrarmannin Páll Fanga, ið gjørdi akkurát, sum honum lysti og mátti bøta fyri tað.
Kl. 20.45 verður Heystblómur frá 1976 vístur. Tað er samtíðarsøga um ein prest, ið forelskar seg í eini 15-ára gamlari gentu. Stuttur inngangur um filmin verður eisini frá Elini Brimheim Heinesen.
Fríggjadagin 31. juli
Kl. 19.00 Filmurin Rannvá frá 1975 er á skránni hetta kvøldið. Tað er filmatisering av skaldsøguni við sama heiti eftir Dagmar Joensen-Næs. Filmurin var frumsýndur í auluni í Kommunuskúlanum á ólavsøku í 1975 og sýndur har 18 ferðir. Sostatt eru runnin júst 40 ár, síðan filmurin Rannvá var at síggja fyrstu ferð á lørifti.
Eftir filmin setir Birgir Kruse Rannvá, Páll Fanga og Heystblómur í eitt søguligt filmsperspektiv.
Suni Merkistein, journalistur, hevur samrøður við Miguel M. Hidalgo og nakrar av føroysku leikarunum (Elin K. Mourtisen, Finnur Johansen, Jørleif Kúrberg og Hans Jacob Hermansen).
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |