Tá pengarnir ganga undan: It’s that time again!

Tá pengarnir ganga undan: It’s that time again!
Studningurin fyri mánaðin er um at verða uppi, og kuldaskápið er syrgiliga tómt. Merkir tað so turt breyð til morgunmat og pasta vid ketchup til døgurða restina av mánaðinum? Nope! At gera lekkran og spennandi mat nýtist hvørki at verða dýrt ella roksut. Tað krevur bert eitt sindur av hugflogi
23.09.2016 - 18:45

Rannvá Guðrunardóttir Niclasen hevur skrivað 

 

Mær hevur altíð dámað væl at gera mat, og eg elski at royna nýggjan mat. Men tá pengarnir eisini skulu røkka til húsaleigu, transport og ikki at gloyma alt tað sosiala, kann verða trupult at fáa endarnar at hanga saman. Tá eg av fyrstan tíð flutti út, gleddi eg meg at sleppa at gera mat sjálv hvønn dag. Men tað er ikki altíð eins lætt at keypa inn og matgera til ein, uttan at tað endar við, at mann stendur við einum stórum fati av lasagnu í køliskápinum og so má eta lasagnu hvønn dag í eina viku. Ella at helvtin av innkeypinum verður spilt, áðrenn tað nær at verða etið. So eg royndi at finna alternativir til teir typisku familjudøgurðarnar, eg var von við, og hvussu eg kundi minka um mítt matspill.

 

 

Uppskriftin hesa ferð verður bananbreyð! Tað er lætt at gera, smakkar fantastiskt og er enntá sunt (men smakkar sum ein massar ósunn banankaka)! Tað heldur sær í øllum førum í eina viku, men ber eisini til at frysta niður til seinni. Tað er mín go-to uppskrift, tá eg havi onkrar gamlar bananir liggjandi, ið skulu brúkast:

 

Bananbreyð:

Eg baki altíð bananbreyð uppá “gefühl”, so eg havi tíverri eingi neyv mát, men tað kann næstan ikki ganga galið! Og so er tað enntá veganara-vinarligt, yay! So ert tú við uppá #septembervidsamkenslu, so er hetta absolutt ein uppskrift fyri teg!


Tilfar:
Havragrýn
3-4 bananir
Myrk sjokuláta
1 tsk. bakipulvur
3-4 spsk. kokusolja (kann skiftast út við aðrari olju)
1 dl vatn
uml. 8 dadlur (valfrítt, men gevur góðan smakk)
Kanel, kardemumma, ingifer, vanilja (1 tsk av hvørjum)

 

 

Pynt:
Peanutbutter
Myrk sjokuláta

1. Koyr alt uttan sjokulátuna í eina skál og blenda tað við einum stavblendara/smoothieblendara til tað fær ein konsistens nakað sum tjúkkur havragreytur. Er ikki neyðugt at blenda, men eg haldi endaliga úrslitið verður betri tá. Koyr meira havragrýn ella vætu í, alt eftir um tað er ov tjúkt ella tunt. 
2. Rør sjokulátuna í og stoyt alt í ein breyðform. Pynta við peanutbutter og meira myrkari sjokulátu omaná. 
3. Baka á 175C í umleið 30-40 minuttir. Prika í miðjuna fyri at vita um tað hevur fingið nóg langa tíð í ovninum. Tá einki hongur fast, er liðugt. Mær dámar best, tá tað ikki fær ov nógva tíð í ovninum og enn er eitt sindur kleiggjut.


Tip! Smyr bananbreyðsskivurnar við peanutbutter og legg bananskivur omaná. Mums!

 

 

Væl gagnist!

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.