- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kenna tit kjøtfrían mánadag?
Skrivað hevur: Guðrun í Jákupsstovu
Tað er blivið tann heilt stóri trendurin at keypa vistfrøðiligt og lokalt. Tað er betri fyri umhvørvið, betri fyri djóravælferð og ikki minst er tað betri fyri okkum sjálv. Vit vita tað væl, og vit kenna tað væl, men har er nakað annað, ið ikki er líka kent, men sum er ein partur av tí stóra umhvørvisvinarliga kjakinum – kenna tit kjøtfrían mánadag?
Sum ein liður í tí umhvørvisvinarliga trendinum hevur spurningurin um kjøt gjørt seg galdandi. Kjøtframleiðsa á heimsplani er ein tann mest dálkandi ídnaðurin, sum er, og av tí sama eru tað nógvar røddir, ið halda, at mann skal minka um kjøtátið. Á matstovum kring heimin gerst tað alsamt meiri vanligt, at har finnast vegetar- og vegantilboð. Tað snýr seg hóast alt ikki um at gevast, men um at minka. Úr hesi hugsjónini er tað, at hugskotið “kjøtfríur mánadagur” (Meatless Monday) stavast.
Les eisini: At eta etiskt - Änglamarkfram um First Price
Kjøtfríur mánadagur finst eisini í Føroyum, og Røddin hevur fingið sær eitt prát við umsitararnar av facebook-síðuni.
Hvussu byrjaði kjøtfríur mánadagur, og hvat er endamálið?
- Kjøtfríur mánadagur vil varpa ljós á tann ómetaliga stóra munin, tað hevði gjørt, um mann droppaði kjøt bara eina ferð um vikuna. Hugtakið byrjaði upprunaliga í USA í 2003, og síðani hevur tað spreitt seg til ein stóran part av heiminum. Facebook-síðan ”Kjøtfríur mánadagur – Føroyar” byrjaði í 2013.
Hvør er grundtankin aftan fyri hugskotið?
- Tað snýr seg fyrst og fremst um at hugsa seg um og vita okkurt um tað, mann keypir. Jú meiri upplýstur tú ert um mat, matframleiðslu, industriellan landbúnað, djóravælferð o.s.fr., jú betri skuldi tú vitað, hvussu stóra ábyrgd og ávirkan tú kanst hava sum forbrúkari. Kjøtfríur mánadagur er sprottið úr tí hugskotinum, at minka um kjøtát er bæði sunnari fyri okkum sjálv sum menniskju og fyri jørðina. Okkara facebook síða er gjørd fyrst og fremst við atliti til umhvørvið, men eisini bara fyri at visa á, hvussu ómetaliga lætt tað er at gera ordiliga lekran kjøtfrían mat.
Tað hevur leingi verið varpað ljós á umhvørvið, dálking og globala upphiting. Er kjøtframleiðsla veruliga ein partur av tí trupulleikanum?
- Nógv meira enn mann ger sær far um. Vit hava í langa tíð verið varug við vakstrarhúsárin og dálking, men tá verður fyrst og fremst hugsað um osandi akfør og stóra oljunýtslu. Men at framleiða kjøt í teimum mongdunum, vit gera í dag, er heilt ómetaliga dálkandi. Myndin niðanfyri vísir væl á hetta. Dálking sum avleiðing av kjøtframleiðslu er tó bert ein partur av trupulleikanum.
Hvørjir aðrir trupulleikar eru við kjøtframleiðslu?
- Kjøtídnaðurin tekur nógv pláss. 80% av tí globala landbúnaðarlendinum fer til at framleiða fóður til húsdjór ístaðin fyri at vera brúkt beinleiðis til menniskjaføði. Størsti parturin av fóðrinum verður framleiddur á sunnaru hálvkúluni, men verður flutt til vesturheimin fyri at fóðra okkara kjøtframleiðslu. Hetta hevur við sær eina stóra ójavnvág av tilfeingisbýtinum – samstundis sum vit eta meira kjøt, liva alsamt fleiri í hungursneyð.
- Og so er tað eisini trupulleikin við djóravælferð. Vit vita væl av, at korini, sum húsdjór í milliónatali í tí industriella landbúnaðinum liva undir, eru undir alt lágmark. Hesum kunnu vit forða fyri við keypa vistfrøðiligt og við at keypa minni kjøt og soleiðis minka um eftirspurningin.
Veksandi trendur
Vit eru nokk fleiri, ið hóast alt hava lagt merki til, at fólk eru blivin meira tilvitað um umhvørvið. Í Danmark eru fólk blivin sera varug við at keypa vistfrøðiligt, men eisini eru tað alsamt fleiri, ið gerast vegetarar. Svøríki er eitt framgangandi land á hesum økinum. Tað ber valla til at finna eina matstovu, sum bara borðreiðir við kjøti, og nógv fokus er á vistfrøðiligum vørum.
- Tað er helst bara ein spurningur um tíð, áðrenn hesin trendurin kemur til Føroya, men tað manglar vilji frá tí almenna og politiska. Tað almenna átti at gingið fremst á hesum økinum. Eitt gott byrjanarstig hevði verið at fingið kjøtfrían mánadag innført á kantinur kring landið, og at Fólkaheilsuráðið setti tað á breddan. Umhvørvisstovan kundi eisini víst á trupulleikan við ov nógvum kjøtáti og vaksandi útlátatinum og mælt føroyingum til at minka um útlátið við at eta minni kjøt.
Ikki bara umráðandi – eisini spennandi
- At minka um kjøtátið er ikki neyðturviliga ein missur. Tað er inngrógvið í okkara mentan at eta kjøt og nógv kjøt. Men tað finnast ótrúliga nógvir lekkrir og spennandi rættir, sum ikki noyðast at innihalda kjøt. Tað opnast eitt hav av nýggjum møguleikum innan matgerð, og tað er eisini tað, vit royna at fáa fram við okkara facebook-síðu. Kjøtfríur matur er lekkur, lættur at gera og nógv betri fyri umhvørvið.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |